Tiltøk

Barnaverndarstovan
04. desember 2024
08:30
At halda seg langtíðarhaldføra/n í relatiónsarbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup (FULLTEKNAÐ)
Fyrilestur um hvussu tað kann slíta allar lívsins leiklutir at vera í sambandi við børn og ung, sum hava avbjóðandi viðføri við sær, og amboð til at halda seg langtíðarhaldføra/n. Tú fært: Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu tíni ymisku sambond kunnu verða slitin, og hvat tú kanst gera fyri at fyribyrgja tí. Einfalda og nýtiliga fatan av tilknýtismynstrum hjá børnum og ungum, og hvussu tað kann upplivast, tá hesi koma til sjóndar í sambandinum við teg, og hvat tú skal gera fyri at umvæla óskynsom tilknýtismynstur. Eina fatan av prísinum av samkenslu og amboð til at gera prísin minni. Við humori og hjartahita tekur Rikke egnar royndir frá kliniskum yrki og supervisiónsrúmi við. Fyrilesturin skiftir millum upplegg og dømi frá gerandisdegnum hjá relatiónsstarvsfólkinum umframt prát við starvsfelagar um, hvussu boðskapir í upplegginum og amboðini kunnu brúkast í gerandisdegnum.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Øll sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólki á skúlum, dagstovnum, serskúlum, samdøgurstovnum, kreppumiðstøðum, familjuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fosturforeldur.   Tíð og stað Dagurin verður hildin mikudagin 4. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.    Tilmelding og prísur Prísur: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er úr bókini, “Udviklende øjeblikke i plejefamilien” frá Akademisk Forlag 2022. Teknað hevur Lonnie Hamborg.
Barnaverndarstovan
03. desember 2024
08:30
Avleiðingar av vansorgan og mennandi løtur í sosialpedagogiskum arbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup (FULLTEKNAÐ)
Fyrilestur um avleiðingar av vansorgan við denti á menningarsálarfrøði og tilknýti. Harumframt fært tú: Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu vansorgan ávirkar børn við innara neiligum arbeiðsfrymlum við lágum sjálvsvirði og misáliti á verðina. Einfalda og nútímans framløgu av menningarsálarfrøðiliga ástøðinum hjá Daniel N. Stern og av tilknýtisástøði. Amboð til at arbeiða við relatiónum, sum fer at styrkja trygga tilknýtið hjá barninum og virkar sum verjandi faktorur hjá barninum. Amboð til at vera í sambandinum við børn, sum vísa eyðkenni upp á ótrygt  tilknýtismynstur. Við humori og hjartahita tekur Rikke sínar egnu royndir við, bæði sum sálarfrøðingur og supervisari og sum sálarfrøðingur á samdøgurstovni. Fyrilesturin skiftir millum upplegg við dømum frá samdøgursviðgerð og prát millum starvsfelagar um, hvussu boðskapirnir og amboðini kunnu brúkast í teirra gerandisdegi. Eisini verður víst, hvussu børn kunnu verða styrkt í síni frásøgn um seg sjálv við vitnisburði (børnebevidning) sum amboð í sambandi við interventión, barnafrágreiðing og kanning.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Øll, sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólk á skúlum, serskúlum, dgastovnu, samdøgurstovnum, kreppumiðstrøðum, famijuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fostuforeldur.    Tíð og stað Dagurin verður hildin týsdagin 3. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.    Tilmelding og prísur Prísur: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er forsíðumynd til bókina, “Udviklende øjeblikke” frá Akademisk Forlag 2019. Teknað hevur Lonnie Hamborg.
Barnaverndarstovan
02. desember 2024
08:30
Bersøgin foreldur virka í kærleika - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup
Summi foreldur eru so nógv uppií, at tey arbeiða ímóti og kritisera lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk. Samstarvið gongur striltið – og tað gongur út yvir børnini. Hvørji eru tey bersøgnu foreldrini? Hvat fær tey at fara so fram? Hvørjar avleiðingar hevur teirra atferð fyri børnini og teirra menning? Og hvussu kunnu lærarar, námsfrøðingar og onnur starvsfólk handfara foreldur við stórum krøvum og sterkum kenslum konstruktivt og professionelt – eisini tá ósemja er í luftini? Ein fyrilestur, sum snýr seg um, hvussu námsfrøðingar, lærarar og onnur stravsfólk, bæði á almenna- og serøkinum, kunnu fáa sum mest burtúrúr samstarvinum við foreldur, sum gera vart við seg langt inn í dagstovnsins-, skúlans og frítíðarskúlans gerandisdag.   Fyrilestrarhaldari Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár. Sí eisini www.rikketordrup.dk   Málbólkur Fakfólk í skúla-, dagstovna- og serøkinum og onnur, sum í sínum yrki hava samstarv við foreldur.   Tíð og stað Dagurin verður hildin mánadagin 2. desember Løkshøll í Runavík. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.     Tilmelding og prísur Prísur: 1200 kr. Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.   Mynd Tekningin er forsíðumynd til bókina, “Markante forældre” frá Dansk Psykologisk Forlag 2017. Teknað hevur Lars Andersen.
Barnaverndarstovan
15. mai 2024
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Filmurin SYSTEMBRYDER
Mikukvøldið 15. mai klokkan 18 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har vit fara at vísa filmin, Systembryder. Filmurin snýr seg um 9 ára gomlu Benni, sum er kastibløka millum ymiskar stovnar, sum ikki megna at handfara hennara illsinnisherðindi og hørðu útsjónd. Tað einasta, sum Benni ynskir sær, er at búgva hjá mammu síni aftur, men mamman er ikki før fyri at handfara óútrokniligu atferðina hjá dóttrini. Skipanin er um at geva skarvin yvir, men tá Micha verður sett sum hjálpari á stovninum, fer Benni fyri fyrstu ferð at lata seg upp. Les meira um filmin og síggj forfilm. Filmurin varð vístur á Berlin Filmsfestivali í 2019, har hann fekk Silvurbjørnina. Á skránni annars til kafékvøldið er sum altíð kaffi, køka og hugni. Filmurin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi týsdagin 14. mai klokkan 15!
Barnaverndarstovan
15. apríl 2024
08:30
2 daga skeið: Familjuviðgerð við Heino Rasmussen og Janne Østergaard Hagelquist
Mánadagin og týsdagin 15. og 16. apríl bjóða við saman við Center for Mentalisering 2 daga skeið um familjuviðgerð. Skeiðið er fyri familjuviðgerar. Mánadagur 15. apríl: Arbeiðsháttur og amboð í arbeiðnum við familjum við Heino Rasmussen Mentalisering í arbeiðnum við familjum. Vald og læring í nútímans foreldraskapi. Hvussu verður mann ein natúrligur autoritetur í sambandinum við børn og tannáringar? Gjøgnumgongd av vanligu familjubygnaðunum við denti á mørk og hierarki. Amboðskassin til mentalisering – ein myndil fyri at stuðla undir menning og læring hjá børnum.   Týsdagur 16. apríl: Praksisdagur við Janne Østergaard Hagelquist Vit arbeiða við STORM-frymlinum í familjuhøpi. Dentur á at arbeiða við vreiði í familjuni. Dagurin bjóðar eisini supervisión.   Pláss er fyri 15 luttakarum – so ger skjótt av fyri at tryggja tær pláss! Kostnaður fyri báðar dagar er 4.500 kr. Skeiðið er báðar dagar klokkan 9-15 í R. C. Effersøesgøtu 30 kjallaranum. Morgunmatur stendur frammi frá kl. 8.30. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi 22. mars klokkan 12.
Barnaverndarstovan
20. mars 2024
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Familjufyrisitingin og barnaserkøna økið
Kafékvøld verður fyri fosturforeldur mikukvøldið 20. mars klokkan 19. Signhild Johannesen, Barbara Jacobsen og Bjørt Johanna Andreassen fara at kunna um barnaserkønu tilboðini hjá Familjufyrisitingini.Tær fara at greiða frá barnaserkønu ráðgevingini til foreldur og børn, samrøðubólkum til børn, mekling til foreldur og foreldrasamstarvsskeiðnum, sum Familjufyrisitingin skipar fyri. Høvi verður at seta spurningar og annars til prát og hugna. Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 15. mars klokkan 12!
Barnaverndarstovan
21. februar 2024
19:00
Dato fyri kafékvøld fyri fosturforeldur fram til summar
Barnaverndarstovan skipar regluliga fyri kafékvøldum fyri fosturforeldur. Hetta er høvi hjá tykkum at hittast og fáa íblástur og dagførda vitan um tað at vera fosturforeldur. Harumframt er hetta høvi hjá tykkum at hitta onnur fosturforeldur, sum er ógvuliga gevandi, tí hvør skilur teg betur ein onnur í somu støðu? Vit syrgja fyri at hava áhugaverdar fyrilestrarhaldarar bæði føroyskar og útlendskar. Í heitinum “kafékvøld” liggur eisini óhátíðarligur stemningur og ein góður drekkamunnur. Kafékvøldini eru í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, og eru klokkan 19-21. Vit lýsa altíð í góðari tíð 😉 Setið X í kalendaran hesar dagar: 21. februar, 20. mars, 17. apríl og 15. mai.
Barnaverndarstovan
21. februar 2024
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð
Mikukvøldið 21. februar klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.   Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu leita til. Hesi skíggjaráð taka støði í gransking. Í fyrilestrinum verður til dømis komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla (mál)menning og uppmerksemi? Hvussu verjir mann børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari, herundir harðskapi og porno? Hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu? Og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú gott innlit í hetta sera samansetta økið.   Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.   Fyrilesturin er ókeypis, og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum.   Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 16. februar klokkan 12.
Barnaverndarstovan
14. desember 2023
19:00
Jólaborðhald fyri fosturforeldur
Árliga jólaborðhaldið fyri fosturforeldur verður hóskvøldið 14. desember á Panorama á Hotel Hafnia. Fosturforeldur melda til í seinasta lagi 1. desember á bvs@bvs.fo.
Barnaverndarstovan
18. oktober 2023
19:00
Kafékvøld fyri fosturforeldur: Kynstrið at hjálpa er annað enn at stýra
Mikukvøldið 18. oktober klokkan 19 kemur Dorthe Birkmose, sálarfrøðingur og fyrilestrarhaldari, at hava fyrilestur á kafekvøldi fyri fosturforeldur. Um fyrilesturin sigur hon: “Vit kunnu møta børnum, sum trupult er at hjálpa, og vit kunnu møta samstarvsfeløgum, sum eru ringir at samstarva við. Í máttloysi kunnu við koma at hugsa, at “vit hava roynt alt, og einki riggar”. Men vit kunnu ikki hava roynt alt. Uttan mun til hvussu fast læst støðan er, so eru fleiri hættir at velja ímillum. Á kafékvøldinum verður greitt frá um tað at skifta sjónarhorn sum framferðarhátt og um teir óteljandi stýrandi, fylgjandi og vegleiðandi framferðarhættirnir. Tá vit brúka stýrandi framferðarhættir, halda vit, at vit kunnu motivera onnur. Stýrandi hættir snúgva seg um at taka stýringina í støðum, har onnur ikki sjálv kunnu taka hana. Kynstrið er at skilja ímillum ráa og hjálpsama stýring. Tá vit brúka fylgjandi framferðarhættir, bíða vit eftir teknum upp á motivatiónina hjá øðrum, áðrenn vit gera nakað. Fylgjandi framferðarhættir snúgva seg um at vaksa um rásarúmið við at svara teirra stigum. Aftur er kynstrið at síggja mun millum ráa og hjálpsama stýring. Tá vit brúka vegleiðandi framferðarhættir, taka vit støði í, at menniskjað longu er motiverað. Vegleiðandi framferðarhættir leggja seg eftir at kveikja motivatiónina hjá øðrum, so tey kunnu liva meiningarfult og sjálvstøðugt. Eisini her er kynstrið at skilja millum ráa og hjálpsama vegleiðing.” Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, í Havn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 13. oktober klokkan 12.
Barnaverndarstovan
21. juni 2023
19:00
ÚTSETT! Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð
Mikukvøldið 21. juni klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.
Listen