Mál í Barnahúsinum

Fyri at eitt mál skal verða tikið upp í Barnahúsinum, skal málið snúgva seg um kynsligan ágang ella annan harðskap móti einum barni undir 18 ár. Eisini krevst, at talan er um tvørfakligt samstarv, tað vil siga, at umframt barnaverndartænastuna skal minst annar av samstarvspørtunum, heilsuverk ella løgregla, vera við í viðgerðini av málinum.

Eitt mál um ágang móti einum barni kann byrja hjá barnaverndartænastuni, hjá løgregluni ella í heilsuverkinum. 

Eitt mál kann verða viðgjørt í Barnahúsinum antin sum eitt fyrireikað mál ella sum eitt bráðfeingis mál. Tað veldst um, hvussu nógvan skund málið hevur. Er ágangurin júst uppdagaður ella framdur, og kanningin krevur, at avhoyring og læknakanning av barninum verða gjørdar beinanvegin, so kann málið verða viðgjørt bráðfeingis. Bráðfeingismál krevja skjóta meting og møguliga bráðfeingis avgerðir, eitt nú fyri at verja barnið ella veita læknakanning.

Meira um mál í Barnahúsinum
Málsgongd í Barnahúsinum

Av tí at mál, ið Barnahúsið hevur um hendi, eru sera ymisk, kann stórur munur vera ímillum ymisk mál, tá tað snýr seg um innihaldið og longdina av teimum ymisku stigunum, og tá tað kemur til málsgongdina í Barnahúsinum sum heild.

Málsgongdin í Barnahúsinum kann verða býtt í seks høvuðsstig:

1. Ráðgeving

2. Byrjan og fyrireiking

3. Løgreglukanning

4. Samráð

5. Kreppuhjálp og skreening/kanning

6. Afturboðan

Málsgongdin er neyvt útgreinað á s. 10-15 í Dygdarhandbólkini 2022.

Barnafaklig kanning

Er orsøk at halda, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða tess menning ella heilsu, skal barnaverndarumsitingin skjótast til ber gera eina sonevnda barnafakliga kanning, sambært § 45 í barnaverndarlógini. Ein barnafaklig kanning skal lýsa styrkir og trupulleikar hjá barninum, familjuni og netverkinum rundan um barnið. Kanningin skal staðfesta, um tørvur er á at seta fyriskipanir í verk.

Kanningin tekur støði í eini heildarmeting og skal fevna um hesi viðurskifti hjá barninum:

1.    menning og atburð
2.    familjuviðurskifti
3.    ansingarviðurskifti
4.    skúlaviðurskifti
5.    heilsuviðurskifti
6.    frítíðarviðurskifti og vinaløg
7.    onnur viðkomandi viðurskifti

Avhoyring av børnum

Í einum máli um ágang móti einum barni, er frágreiðingin hjá barninum sjálvum heilt avgerandi. Tí eigur barnið at verða avhoyrt skjótast til ber, eftir at ein tilburður um ágang er fráboðaður. Tað kann fara fram sum ein vanlig avhoyring ella sum ein avhoyring, sum verður tikin upp á video. Aldurin á barninum ger av, hvat slag av avhoyring verður nýtt.

 

Børn undir 15 ár

Børn undir 15 ár verða vanliga avhoyrd við videoútgerð. Tað merkir, at frágreiðingin hjá barninum verður bandað. Upptøkan kann verða nýtt sum prógv í einum rættarmáli, so barnið sleppur undan at vitna í rættinum.

Eitt serútbúgvið løgreglufólk ger avhoyringina. Vanliga hittir løgreglufólkið barnið áðrenn avhoyringina og greiðir barninum frá um tað, sum skal henda. Barnið verður sostatt fyrireikað til avhoyringina og sleppur at síggja og tosa við tann, sum seinni skal gera sjálva avhoyringina.

Vanliga eru bert løgreglufólkið og barnið í einum rúmi í Barnahúsinum, har avhoyringin fer fram. Um tørvur er á tí, kann barnið hava ein persón við sær, t.d. ein avvarðandi ella eitt starvsfólk á dagstovninum hjá barninum. Tað kann ikki vera ein, sum seinni skal vitna í málinum.

Videoavhoyringin verður víst á einum sjónvarpsskíggja í einum øðrum rúmi í Barnahúsinum. Har sita løgreglufólkið, sum viðger málið, ákæri, løgfrøðiligur hjásiti hjá barninum og verjin hjá tí, sum er undir illgruna. Harumframt er eisini málsviðgerin frá barnaverndartænastuni til staðar fyri at stuðla barninum og tryggja, at avhoyringin er so varlig, sum til ber.

Foreldur ella næstu avvarðandi hjá barninum sleppa ikki at vera til staðar undir avhoyringini, men kunnu sita í bíðirúminum í Barnahúsinum, til avhoyringin er av. Tann, sum er undir illgruna, sleppur heldur ikki at vera til staðar, men kann sleppa at síggja upptøkurnar seinni saman við verjanum.

 

Børn 15 ár og eldri

Børn, sum eru 15 ár og eldri, verða avhoyrd á vanligan hátt av løgregluni. Tey kunnu eisini verða kallað inn sum vitni í rættinum. Løgreglan ger av, hvar best er at avhoyra barnið. Tað kann vera í Barnahúsinum, á løgreglustøðini, heima, á sjúkrahúsinum ella aðra staðni.

Meginreglan er, at bert børn til og við 14 ár verða avhoyrd við videoútgerð í Barnahúsinum. Í serligum førum ber tó til at víkja frá aldursmarkinum. Støði verður tikið í búningarstøðinum og sálarligu støðuni hjá barninum. Undantak kann eitt nú gerast, um talan er um eitt barn yvir 14 ár, sum hevur menningartarn. Sí síðu 6 í Dygdarhandbók 2022.

Listen