Málsgongd

Her finnur tú yvirskipað yvirlit yvir málsgongd í barnaverndarmáli. Málsgongdin er hin sama uttan mun til, um fráboðanin er frá einstaklingi ella fakfólki.

Málsgongd í barnaverndarmáli
Lat alt upp
1. Fráboðan

Privatpersónur, skúli, stovnur ella annar sendir fráboðan til barnaverndartænastu.

2. Meting: Er talan um barnaverndarmál?

Barnaverndartænastan metir um, um barnið fevnt av § 1 í barnaverndarlógini: Livir barnið undir umstøðum, sum skaðar tess heilsu og menning ella verður mett, at annar myndugleiki eigur at veita barninum hjálp? Hetta skal verða gjørt sum skjótast og innan eina viku. Verður ikki mett, at barnið livir undir nevndu umstøðum, verður málið lokað.

3. Kanning og meting

Er niðurstøðan, at málið skal kannast nærri, innheintar barnaverndartænastan upplýsingar um barn og familju (§ 45): Samrøða við barn og foreldur, heimavitjanir, upplýsingar frá stovni/skúla. Er niðurstøðan á kanningini, at tørvur ikki er á fyriskipan eftir barnaverndarlógini, verður málið lokað.

4. Ætlan við fyriskipan
Er niðurstøðan á kanningini, at tørvur er á fyriskipan, verður støða tikin til, hvør fyriskipan kann nøkta hendan tørv, hvat endamálið við fyriskipanini er umframt ítøkiligt innihald av henni.
5. Barnaverndarnevndin tekur støðu

Barnaverndarumsitingin leggur tilmæli fyri barnaverndarnevndini til støðutakan (játtan ella sýting).

Ein barnaverndarnevnd er í hvørjari barnaverndartænastu. Tú finnur barnaverndarnevndirnar við at hyggja undir einstøku barnaverndartænasturnar. 

6. Fyriskipan sett í verk

Barnaverndartænastan finnur hóskandi samstarvsfelagar, sum kunnu átaka sær uppgávuna og ger avtalur við tær um verksetan av fyriskipan.

7. Uppfylging

Barnaverndartænastan fylgir javnan upp umvegis samrøður, netverksfundir, innheintan av upplýsingum og tekur støðu til, um fyriskipan skal tillagast ella enda.

Listen