Kærur

Vilt tú kæra eina avgerð hjá barnaverndarnevndini í einum máli, kanst tú kæra til Føroya Kærustovn innan fýra vikur eftir, at tú hevur fingið fráboðan um avgerðina. Hetta eru ikki avgerðir um umsorganaryvirtøku.

Avgerðir um umsorganaryvirtøku, sum eru tiknar av Føroya Kærustovni, kunnu ikki kærast til annan fyrisitingarmyndugleika, men kunnu roynast í Føroya Rætti.

Almannamálaráðið hevur eftirlit við virkseminum hjá barnaverndartænastunum og hjá Barnaverndarstovuni sambært grein 67 í barnaverndarlógini.

Listen