Dátuverndarkunning

Persónsupplýsingar í Barnaverndarstovuni

Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur við heimild í løgtingslógini um barnavernd. Aðaluppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru m.a. at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving, at virka sum ráðgevi hjá landsstýrinum á barnaverndarøkinum, at styrkja og samskipa barnaverndarøkið, og at fáa til vega hagtøl og at skipa fyri gransking og menning á økinum.

Virksemið hjá Barnaverndarstovuni krevur innsavnan, skráseting og viðgerð av persónsupplýsingum, sum í nógvum førum eru viðkvæmar upplýsingar. Hetta er neyuðgt fyri, at Barnaverndarstovan kann útinna tær uppgávur, ið eru Barnaverndarstovuni álagt at útinna í barnaverndarlógini.

Soleiðis arbeiða vit við dátuvernd
Ábyrgd

Barnaverndarstovan hevur ábyrgdina fyri tær persónsupplýsingar, sum verða viðgjørdar á stovninum. Hesar upplýsingar viðgera vit í samsvari við galdandi lógir, m.a. barnaverndarlógini og persónsupplýsingarlógini.

 

Dátuábyrgdarin er:

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26

100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo

Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum og dátutrygd ella møgulig trygdarbrot skulu stílast til Barnaverndarstovuna.

Hvørjar upplýsingar innheinta vit, og hvat er heimildargrundarlagið?

Viðgerðin av persónsupplýsingum á Barnaverndarstovuni kann býtast í trý høvuðsøki: barnaverndarstovumál, fosturforeldramál og barnahúsmál.

 

Barnaverndarmál

BVS er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru lógarfestar í barnaverndarlógini.

Barnaverndarøkið verður umsitið kommunalt. Barnaverndarlógin áleggur kommununum at samstarva um barnavernd í økjum. Hvørt barnaverndarøki skal fevna um í minsta lagi 3000 íbúgvar. Hvørt øki hevur eina barnaverndartænastu, sum er sett saman av barnaverndarnevnd og eini fakligari umsiting, sum málsviðger barnaverndarmál. Tað eru kommunustýrini, sum velja barnaverndarnevndina.

BVS samskipar barnaverndarøkið, veitir ráðgeving og skipar fyri undirvísing fyri barnaverndartænastunum kring landið. Harumframt umsitir og samskipar BVS arbeiðið í Barnahúsinum. Alt hetta arbeiði verður gjørt við støðið og heimild í barnaverndarlógini.

 

Fosturforeldraskipanin

BVS umsitur Fosturforeldraskipanina, sbrt. § 25 í Barnaverndarlógini. Uppgávurnar hjá Fosturforeldraskipanini eru í høvuðsheitum:

  • At góðkenna fosturforeldur
  • At gera kanningar av og hava eftirlit við fosturforeldrum
  • At veita fosturforeldrum vegleiðing og ráðgeving
  • At skipa fyri skeiðum og undirvísing fyri fosturforeldrum
  • At gera og umsita avtalur við fosturforeldur saman við avvarðandi barnaverndartænastu
  • At gera og røkja eina skrá við fosturforeldrum og børnum í fosturheimum

Barnaverndarlógin ásetur í § 27 nakrar heilt ítøkiligar upplýsingar, sum skulu innsavnast og viðgerast í samband við fosturforeldramál.

 

Barnahúsið

Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum. Barnahúsið veitir barni og familju trygd fyri eini væl grundaðari fakligari viðgerð av málinum um ágang, og tryggjar, at atlitini til barnið eru í miðdeplinum. BVS umsitur og samskipar arbeiðið í Barnahúsinum.

Barnahúsinum er serstakt lógarheimilað í Barnaverndarlógini § 10a. Sí eisini Málsgongdin í málum í Barnahúsinum.

Hvussu goyma vit upplýsingar?

Um upplýsingarnar eru elektroniskar, verða tær goymdar í tryggari skipan. Hetta er galdandi bæði fyri upplýsingar, vit sjálv savna inn, og fyri upplýsingar, vit fáa frá tær í sambandi við eitt mál.

Í førum, har málsviðgerðin ikki er elektronisk, tryggja vit, at tað er møguligt at steingja upplýsingarnar inni, og hava eina trygga mannagongd fyri, at bert viðkomandi starvsfólk hava atgongd til upplýsingarnar.

Hvussu leingi goyma vit tínar persónsdátur?

Tá vit goyma tínar persónsupplýsingar í sambandi við okkara arbeiði, fylgja vit galdandi reglum fyri, hvussu leingi vit mega goyma tínar upplýsingar. Hvussu leingi vit goymar upplýsingarnar, valdast hvat slag av máli, talan er um. Í summum førum hava vit skyldu til at goyma og varðveita upplýsingar til eftirtíðina.

Barnaverndarstovan strikar upplýsingar, tá skyldan at goyma upplýsingar gongur út, og eitt møguligt arkiveringarkrav er uppfylt.

Víðarigeving av upplýsingum

Barnaverndarstovan kann, og skal í flestu førum, lata upplýsingar víðari til aðrar partar, sum t.d. løgreglu, ákæruvald, sosialar myndugleikar, heilsumyndugleikar, løggild heilsustarvsfólk og starvsfólk í Barnahúsinum í sambandi við mál í Barnahúsinum.

Víðarigeving av upplýsingum hevur í flest øllum førum heimild í lóg. Í teimum førum har víðarigeving krevur samtykki, innheinta vit samtykki frá tær áðrenn upplýsingarnar verða víðarigivnar.

Les Útflýggjan av sínámillum upplýsingum millum myndugleikar í málum um kynsligan ágang og annan harðskap.

Tíni rættindi

Tú hevur, um upplýsingar eru skrásettar um teg, eina røð av rættindum í sambandi við okkara viðgerð av tínum upplýsingum.

Tú hevur rætt til innlit, rætt til kunning, rætt til at mótmæla viðgerð, rætt til at fáa upplýsingar rættaðar, strikaðar ella stongdar, um upplýsingarnar eru rangar, villeiðandi ella eru viðgjørdar ímóti lóg ella ásetingum, heimilaðum í lóg.

Rættindi eru ikki treytaleys, og vit hava ikki altíð skyldu at ganga teimum á møti; í summum førum kunnu vit ikki sbrt. lóg.

Tú kanst fáa meiri at vita um tíni rættindi sum skrásett við at seta teg í samband við okkum. Tú kanst eisini lesa meiri um tíni rættindi á heimasíðuni hjá Dátueftirlitinum.

Listen