Likamligur harðskapur

Likamligur harðskapur er, tá ið børn við vilja verða skadd. Í slíkum førum er umráðandi at kanna, hvussu frágreiðingarnar hjá barni og foreldrum samsvara, hvussu skaðin hendi. Dømi um likamligan harðskap eru at:

  • Sláa barn við flatari hond
  • Geva barni nevan
  • Sparka barn
  • Kasta lut eftir barni
  • Brenna barn, eitt nú við at koyra hond ella fót í kókandi vatn ella trýsta eina gløðandi sigarett í húðini á barninum
  • Binda barn soleiðis at tað ikki sleppur leyst aftur
  • Rista pinkubarn ella sláa tað ímóti veggi

 

Likamligur harðskapur kann eisini vera óbeinleiðis. Dømi um tað eru:

  • Barninum verður blandað eitur, barnið hevur fingið vandamiklan heilivág, sum lækni ikki hevur útskrivað, hevur fingið spiltan mat ella verið noytt at eta skarn ella annað, sum kann ætlast at skaða barnið ella vera hættisligt fyri tað.
  • Foreldur spinna upp sjúkueyðkenni hjá barni, fara við barninum til fleiri læknar at fáa heilivág til tað ella viðgerð, hóast barnið als ikki er sjúkt (Münchhausen syndrome by proxy).
Dømi um løstir
Lat alt upp
Sjónligir løstir, sum barna kann fáa orsakað av harðskapi

Til dømis:

  • Blá merki
  • Bløðrur orsakað av bruna
  • Eygnaskaðar, til dømis losnað nethinna
  • Roði
  • Sár
  • Brunasár
  • Rípur á húðini, t.d. tí at barnið hevur verið sligið við reim
  • Arr eftir skaðar
Løstir, sum ikki altíð eru sjónligir, men sum fakfólk í heilsuverkinum hevur staðfest hjá barni

Dømi:

(Listin er ikki fullfíggjaður)

 

  • Heilaskaðar
  • Løstir á lívgøgn orsakað av miðvísari eitran
  • Avskeplan
  • Eygnaskaðar
  • Ábendingar um, at roynt hevur verið at kvala barn
  • Brák á beinum
  • Innanløstir í búk- og bróstrúmi
  • Annar skaði á miðnervaskipanina
  • Brostin ljóðhinna

 

Mynstur av eyðkennum hjá barni, sum hevur verið rist ella kastað móti onkrum

(shaken baby syndrome):

  • Keiktur økil
  • Áhaldandi bløðing ella blóðbløðra

 

Tá ið illgruni er um skaða av slíkum slagi, er neyðugt at fara til lækna við barninum og fáa fakfólk í heilsuverkinum nágreiniliga at lýsa løstin og meta um atvoldirnar til skaðarnar.

Listen