Fosturforeldrafelagið

Fosturforeldrafelagið er eitt áhugafelag fyri fosturforeldur. Felagið arbeiðir fyri at stuðla fosturforeldrum í uppgávuni at hava børn til fosturs ella umlættingar. Endamál felagsins er:

  • At betra umstøðurnar hjá teimum, ið taka børn til fosturs ella umlættingar
  • At betra umstøðurnar hjá børnum, sum eru til fosturs ella umlættingar
  • Saman við myndugleikanum at arbeiða fyri at útbúgva, upplýsa, menna, ráðgeva og stuðla teimum, sum taka børn til fosturs ella umlættingar
  • At gera avtalu við myndugleikarnar um setanar- og lønarkor hjá fosturforeldrum

 

Limirnir í felagnum hittast javnan at tosa um viðurskifti hjá fosturforeldrum og fosturbørnum. Ítøkiliga verður millum annað virkað fyri, at:

  • Savna viðkomandi tilfar til fosturforeldur
  • Skipa fyri skeiðum
  • Skipa fyri sosialum tiltøkum, so sum legum og útferðum
  • Vera hoyringspartur, tá viðkomandi viðurskifti verða viðgjørd politiskt

 

Felagið varð stovnað í 2000 og verður stjórnað av eini nevnd, sum telur fimm limir.

T-postadressa felagsins er: fosturforeldrafelagid@gmail.com

 

Nevndarlimir eru:

Annlis Bjarkhamar, forkvinna

T-postadressa: annlisb@gmail.com, telefon: 289009 

Herdis Justesen, næstforkvinna

Birna T. Gunnarson, kassameistari

Randfríð Sørensen, skrivari

Poul Klementsen, nevndarlimur

Steinvør Albinus, eykalimur

Listen