Starvsskipan fyri starvsnevndina fyri Barnaverndarstova Føroya
Lat alt uppStarvsnevndin fyri Barnaverndarstovu Føroya, stytt BVS, verður vald samsvarandi ásetingunum í viðtøkunum hjá Kommunufelagnum, stytt KF.
KF velur forfólk, næstforfólk og ein starvsnevndarlim.
BVS er ein felagskommunalur stovnur, sum KF eigur.
Endamálið hjá stovninum er at menna, styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá BVS eru í høvuðsheitum:
1. At veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið
2. At skipa og umsita Fosturforeldraskipanina
3. At umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum
Harumframt hevur BVS ábyrgdina av royndarverkætlanin viðvíkjandi Familjutænastuni.
BVS skal eisini virka sum ráðgevi hjá avvarðandi landsstýrisfólki umframt at hava ábyrgd av at savna og umsita hagtøl um barnaverndarøkið í Føroyum.
Uppgávurnar hjá BVS eru lógarfestar í løgtingslóg um barnavernd.
Starvsnevndarfundur er í minsta lagi einaferð um kvartalið.
Starvsnevndin er viðtøkufør, tá meira enn helmingurin av valdu starvsnevndarlimunum eru á fundi.
Hvør starvsnevndarlimur hevur eina atkvøðu, og avgerðir verða tiknar við vanligum meiriluta av greiddu atkvøðunum, tó so at blankar atkvøður ikki telja við.
Fundarfrágreiðing verður gjørd um tað, ið fer fram á starvsnevndarfundi. Allir møttu starvsnevndarlimirnir góðkenna fundarfrágreiðingina.
Fyrisitingin í BVS er partur av fyrisitingini í KF.
Stjórin fyri KF setir saman við starvsnevndini ein leiðara at hava dagligu fyrisitingarligu og fakligu leiðsluna av BVS.
Leiðarin fyri BVS setir onnur starvsfólk.
Leiðarin fyri BVS hevur dagligu fyrisitingina av virkseminum hjá BVS og skal í samstarvi við stjóran í KF og starvsnevndina umsita virksemið innan fíggjarligu karmarnar og í samsvari við endamálið í § 2.
Forfólk í nevndini ger saman við stjóranum í KF og leiðaranum fyri BVS uppskot til fíggjarætlan fyri komandi ár, harundir ásetan av játtan. Forfólkið leggur uppskotið fyri starvsnevndina til góðkenningar í seinasta lagi tann 1. juni.
Starvsnevndin leggur síðani fíggjarætlanina til borgarstjórafundin, sum góðkennir fíggjarætlan fyri samlaða virksemið í KF í seinasta lagi 1 juli.
KF ásetir á borgarstjórafundi samsýningarreglur fyri valdu umboðini í KF og starvsnevndum felagsins.
Roknskapurin hjá BVS er ein sjálvstøðugur roknskapur, sum er partur av roknskapinum hjá Kommunufelagnum og verður grannskoðaður, sum ein partur av hesum.
Inntøkur og útreiðslur hjá BVS verða neyvt atskildar frá fíggjarviðurskiftunum hjá KF annars.
Starvsnevndin verður teknað av starvsnevndarformanninum saman við einum starvsnevndarlimi ella saman við leiðaranum fyri BVS.
Starvsnevndarlimirnir o.o. hava tagnarskyldu viðvíkjandi upplýsingum um innanhýsis viðurskifti í starvsnevndini.
Samtykt og sett í gildi á eykaaðalfundi í Kommunufelagnum hin 31. januar 2025.