Heilsa ella lív hjá óføddum barni í vanda
Lat alt upp
Rúsdrekka ella onnur rúsevni í likami hjá barni

Hevur kvinna, ið gongur við barni, drukkið alkohol ella brúkt onnur rúsevni, eru evnini í mammuni í viðgongutíðini ella í barninum, eftir at tað er føtt. Dømi um rúsevni eru:

  • Alkohol
  • Kokain
  • Heroin
  • Amfetamin
  • E-tablettir
  • Marijuana
  • Samansettur ella blandaður ólógligur heilivágur.
Heilsan hjá barninum í móðurlívi er í vanda orsakað av føðslutroti

Mamman hevur ikki matarlyst og megnar ikki at matføða seg og harvið ófødda barnið. Tað er lækni, ið skal staðfesta føðslutrot.

Heilsan hjá barni í móðurlívi er í vanda orsakað av, at maki bukar mammuna

Mamman fer ikki frá harðligum maka, hóast heilsa og menning barnsins í móðurlívi er í vanda, tí at makin bukar mammuna.

Listen