Kynsligur ágangur

Kynsligur ágangur ímóti barni er:

  • Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni yngri enn 15 ár við ella uttan samtykki frá barninum
  • Kynsligur atburður mótvegis barni ella saman við barni 15 ár ella eldri uttan samtykki frá barninum

 

Viðurskifti í sambandi við kynsligan ágang, sum serliga ávirka avleiðingarnar fyri barnið eru:

  • Hvussu álvarsligur ágangurin er (hvussu langt er farið)
  • Hvussu nær knýtt/ur viðkomandi er tí, ið fremur ágangin (t.d. er viðkomandi partur av húskinum ella ikki)
  • Tíðarskeiðið, sum ágangurin varir (dagar, mánaðir, ár)
  • Títtleiki (hvussu ofta hevur barnið verið fyri kynsligum ágangi)
  • Aldurin á barninum
Kynsligur ágangur flokkaður eftir álvarsemi (listin er ikki fullfíggjaður)
1. stig
  • Samlega, sum persónur hevur við barn (í móðurskeið ella endatarm)
  • Munnmaking (oral sex), sum persónur hevur við barn ella munnmaking, sum barn hevur við persón
2. stig
  • Kávan innan fyri klæðini uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnum á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum
  • Barn, sum er fingið at nema við ella káva uppi á einum vaksnum innan fyri klæðini, t.d. kynsgøgnum, økjum nærhendis kynsgøgnum, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum
3. stig
  • Onkur vísir kynsgøgn síni fyri barni
  • Barn skal hyggja at, meðan kynsligar gerðir fara fram
  • Onkur hyggur at kynsgøgnunum á barni ella at barni, sum er lítið ílatið, t.d. tá ið barn fer á vesi, í bað ella liggur í seingini, ella at viðkomandi fær barnið at lata seg úr við tí fyri eyga at øsa seg ella barnið kynsliga
  • Trilvan og káv uttan á klæðunum uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum á barni, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum
  • Barn er fingið til at nema við og káva uppi á vaksnum persóni uttan á klæðunum, uppi á kynsgøgnum og økjum nærhendis kynsgøgnunum, t.d. bróstum, maga, rumpu og lørum
  • Myndir verða tiknar av barni við tí fyri eyga at øsa onnur kynsliga
  • Pornotilfar, sum við vilja er havt nær barni ella verður víst barni, t.d. pornobløð, videobond við porno ella pornotilfari av netinum
  • Fúlt skemt, tá ið barn er hjá
  • Barn fær fúl SMS-boð
Listen