Tekin um vanrøkt, harðskap ella ágang móti børnum

Ilt kann vera at meta um, nær eitt barn er fyri vanrøkt, ágangi ella harðskapi, men tú kanst vera varug/ur við nøkur tekin. Ofta skammast barnið og roynir at fjala ágangin. Tí er týdningarmikið at vera opin, at lurta og hyggja at møguligum teknum frá barninum. Vís serligt ansni, um barnið brádliga broytir atburð, ella um fleiri tekin vísa seg samstundis.

Niðanfyri eru dømi um atburð ella onnur tekin, sum kunnu vera ábendingar um, at eitt barn er fyri vansorgan ella harðskapi. Listin er ikki fullfíggjaður.

•    Vánalig ella sera skitin klæði og klæði, sum ikki hóska til árstíðina
•    Vánaligt reinføri
•    Barnið verður latið á stovn og heintað undir vánaligum og óstøðugum umstøðum
•    Matpakkin hjá barninum manglar ofta ella er í ringum standi 
•    Manglandi grundleggjandi vitan og førleikar  
•    Likamlig tekin, t.d. blá merki, rípur, sár, bløðrur o.a. á kroppinum
•    Vreiði og ógrundað illsinnisherðindi
•    Harðligur og verjukendur atburður
•    Trupulleikar at handfara ósemjur
•    Sjálvshóttandi atburður
•    Afturhaldni og mistrúgv
•    Víkjandi ella afturvísandi atburður
•    Atburður, ið brádliga broytist ella víkur frá
•    Afturvendandi búkilska ella høvuðpína
•    Barnið mennist ikki samsvarandi aldrinum
•    Barnið er innanhokið og er nógv einsamalt
•    Barnið tekur vaksna ábyrgd fyri sær sjálvum og systkjum
•    Lágt sjálvsvirði ella ovurstór tillaging
•    Barnið skákar sær undan eygnasambandi ella øðrum sambandi
•    Barnið er ókritiskt í sínum sambondum ella heingir seg uppí vaksin
•    Atburður merktur av ótta ella fjáltri
•    Barnið hevur ilt við av savna seg og ávirkast ógvusliga av órógvi
•    Barnið er ógvuliga upptikið av tí kynsliga í t.d. spæli og tekningum
•    Sambandið við onnur er merkt av tí kynsliga
•    Nógv frávera í skúla ella á stovni
•    Barnið hevur rúsevnis- ella rúsdrekkatrupulleikar
•    Barnið kemur sær út í kriminalitet

 

Listen