Gerst fosturforeldur
Tú søkir um at gerast fosturforeldur á Vanganum, og tað merkir, at tú mást at hava Samleikan hjá Talgildu. Eru tit eitt par, ið søkir, mugu báðir partar hava Samleikan. Sí nærri um Samleikan.
Tá Fosturforeldraskipanin hevur fingið umsóknina, byrjar góðkenningartilgongdin. Familjuviðurskifti verða kannað, og mett verður um, hvørt tú/tit lúka treytirnar og hava førleikar til at gerast fosturforeldur.
Verður umsóknin góðkend til uppgávuna, verður tú/tit skrásett í skipanini. Avtala verður gjørd um, at tú/tit skulu vera tøk at taka ímóti einum barni, tá tørvur er á tí. Fosturforeldur til tað einstaka barnið verða altíð vald út frá tørvinum hjá barninum.
Týdningarmikið er at fyrireika seg væl til uppgávuna sum fosturforeldur. Tí er gott at hava umhugsað og umrøtt ymisk viðurskifti, sum kunnu gera seg galdandi í fosturfamiljum.
Fosturforeldur skulu eisini á lógarásett skeið fyri fosturforeldur.