Hvat er Barnahúsið?

Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, har myndugleikar savnast í sambandi við mál um ágang móti børnum, ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum kunnu kanningar og avhoyringar av barninum verða gjørdar, og kreppuhjálp kann veitast barninum og avvarðandi.  

Barnahúsið er karmur um eitt samskipað samstarv millum barnaverndartænastuna, løgregluna og heilsuverkið í sambandi við mál um kynsligan ágang og annan harðskap móti børnum. Barnahúsið veitir barni og familju trygd fyri eini væl grundaðari fakligari viðgerð av málinum um ágang, og tryggjar, at atlitini til barnið eru í miðdeplinum. 

Barnahúsið virkar fyri alt landið, og eru tað einstøku barnaverndartænasturnar, sum taka støðu til, um eitt mál skal greiðast í Barnahúsinum. Børn og familjur koma tí einans í Barnahúsið eftir áheitan frá barnaverndartænastuni.

Barnahúsið er fevnt av barnaverndarlógini, sí § 10a.

Meira um Barnahúsið
Lat alt upp
Málbólkur

Málbólkurin hjá Barnahúsinum er:

Børn og ung í aldursbólkinum undir 18 ár, ið hava verið fyri ágangi – tað er kynsligum ágangi  ella øðrum harðskapi – ella í teimum førum, tá illgruni er um slíkan ágang.

Nærmastu avvarðandi hjá barninum ella tí unga kunnu fáa kreppuhjálp við tí endamáli, at tey verða betri før fyri at handfara støðuna hjá barninum ella ungfólkinum og veita teimum umsorgan.

Barnahúsið veitir harumframt ráðgevandi stuðul til barnaverndartænastur, ið hava ítøkilig mál um hendi, har illgruni ella vissa er um kynsligan ágang ella annan harðskap. Barnahúsið veitir eisini ráðgeving í málum, har illgruni er um ágang.

Uppgávur

Barnahúsið tekur sær av málum um ágang móti børnum, og samskipar tvørfakliga samstarvið millum avvarðandi partar. Barnahúsið er innrættað og skipað soleiðis, at atlitið at barninum verður sett fremst.

Uppgávurnar hjá Barnahúsinum eru:
•    at veita barninum og avvarðandi kreppuhjálp
•    at meta um tørvin hjá barninum á læknakanning
•    at avhoyra børn til og við 14 ára aldur við videoútgerð
•    at avhoyra børn, sum eru 15-17 ára gomul 
•    at meta um framtíðar tørvin hjá barninum á serligum stuðli og viðgerð 
•    at ráðgeva málsviðgera og hjálpa við at greiða og greina tørvin á stuðli.

Hetta verður alt gjørt sum liður í barnafakligu kanningini sambært § 45 í barnaverndarlógini

Starvsfólk í barnahúsinum

Barnahúsið hevur eitt fast starvsfólkatoymi, ið er serútbúgvið og serliga skikkað at taka sær av málum um ágang ímóti børnum.

Fasta starvsfólkatoymið hevur ábyrgd av leiðslu, fyrisiting, kreppuhjálp til børn og foreldur og skreening/kanning av børnum og ungum. Harafturat arbeiðir toymið í felag við ávísar uttanhýsis samstarvspartar, ið eftir tørvi kunnu verða boðsendir at hjálpa við ítøkiligum málum í Barnahúsinum. Samstarvspartarnir eru sum oftast løgreglufólk og barnalækni.

Eisini kann Barnahúsið eftir tørvi heita á onnur serkøn fólk, tá hetta er neyðugt, til dømis ein tulk, ein málsviðgera frá Familjufyrisitingini ella ein serfrøðing innan eitt ávíst brek hjá barninum ella ungfólkinum.

Harumframt verða boð altíð send eftir málsviðgeranum í avvarðandi barnaverndar­tænastu, ið fylgir barninum ella tí unga í Barnahúsinum, og sum luttekur í málsgongdini. Í viðgerðini av ítøkiliga málinum virkar hesin málsviðgerin sostatt sum partur av toyminum í Barnahúsinum.

Ábyrgdarbýti

Fyri at eitt mál skal vera tikið upp í Barnahúsinum, skal talan vera um eitt mál um ágang móti einum barni, har tørvur er á tvørfakligum samstarvi millum barnaverndartænastu og í minsta lagi annan av pørtunum: løgreglu ella heilsuverki. 

Í sambandi við arbeiðið í Barnahúsinum hava samstarvspartarnir ábyrgd av ymsum økjum:

Barnaverndarstovan / Barnahúsið
Barnahúsið hevur ein samskipandi leiklut í samstarvinum. Barnahúsið hevur ábyrgd av leiðslu, umsiting, kreppuhjálp til børn og avvarðandi, skreening av børnum, rakstri, samstarvsavtalum og mannagongdum. Við hesum skulu tey tryggja eina savnaða, samskipaða, varliga og dygdargóða viðgerð í hvørjum einstøkum máli. Barnahúsið hevur harumframt skrivarauppgávuna, tá samráð eru, og skrásetir upplýsingar um málini í Barnahúsinum til hagtalsnýtslu. 

Barnaverndartænastan
Tá eitt mál um kynsligan ágang ella harðskap móti børnum tekur seg upp, meldar hon málið til løgregluna og kunnar samstundis Barnahúsið (við cc) um málið. Málsviðgerin hjá barnaverndartænastuni hevur myndugleikaábyrgd í einstaka málinum. 

Løgreglan

Løgreglan hevur serkøn fólk at ráðgeva barnaverndartænastunum, ígjøgnum telefon/t-post um tá tørvur er á hesum. 

Leikluturin hjá løgregluni í Barnahúsinum er at avhoyra barnið í sambandi við kanningar í málinum. Børn, sum eru yngri enn 15 ár, verða sum útgangsstøði avhoyrd við videoútgerð. Løgreglan metir eisini um, hvørt tørvur er á læknakanning av barninum. Løgreglan hevur ábyrgd av, at ein verji verður tilnevndur til tann, sum er undir illgruna, og at bistandsadvokatur verður tilnevndur til barnið.

Heilsufrøðilig starvsfólk
Læknin í samstarvinum luttekur í samráðnum, ger sína meting av málinum. Í førum, har sjúkrahúsverkið hevur viðkomandi upplýsingar til málið, kunnar læknin um hetta. 

 

Leikluturin hjá Barnahúsinum er komin at enda, tá neyðugu kanningarnar eru gjørdar, umframt at greiða er fingin á, hvør hjálp skal veitast barninum framyvir.