Fráboðanarskylda hjá hvørjum einstøkum

Vit hava øll fráboðanarskyldu, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella tess menning. Eisini um vit fáa kunnleika um barn, sum foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir. Tað merkir, at vit hava skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit fáa kunnleika til slík viðurskifti. Ein fráboðan er eini boð til barnaverndartænastuna, har tú kunnar barnaverndartænastuna um, at eitt barn møguliga hevur tørv á hjálp.

 

Um tú ivast

Tað kann vera torført at leggja seg út í viðurskifti hjá øðrum. Fráboðanarskylda er tó galdandi fyri øll – eisini teg. Hóast eitt barn í gerandisdegnum er í sambandi við fakfólk sum t.d. námsfrøðingar og lærarar, hevur tú møguliga nakrar aðrar eygleiðingar og upplivingar við barninum. Lat tí ivan koma barninum til góðar, boða frá og lat myndugleikarnar meta um málið.

Ein fráboðan, sum kemur í góðari tíð, kann vera við til tryggja, at trupulleikarnir verða loystir, áðrenn teir verða ov stórir. Hav í huga, at ein fráboðan ikki neyðturviliga hevur við sær, at barnið verður tikið úr heiminum. Meting verður gjørd av støðuni í hvørjum einstøkum føri, og ofta hevur ein fráboðan við sær, at fyriskipanir verða settar í verk í heiminum hjá barninum til at bøta um viðurskiftini.

Listen