Send fráboðan sum einstaklingur

Nær

Varnast tú, at eitt barn livir undir viðurskiftum, sum kunnu skaða sálarligu ella likamligu menningina hjá barninum, hevur tú skyldu at senda barnaverndartænastuni eina fráboðan.

 

Hvussu

Ert tú stúrin um eitt barn, eygleið barnið og skriva niður upplivingar, har atburðurin er frávíkjandi. Tað sama er galdandi fyri atburðin hjá foreldrunum.

Eingi formlig krøv eru til eina fráboðan, men royn at gera lýsingina ítøkiliga. Greið frá tí, tú hevur sæð, tí, sum barnið hevur sagt ella serstøkum hendingum uttan at gera egnar tulkingar.

Ein fráboðan kann latast bæði skrivliga og munnliga. Set teg í samband við barnaverndartænastuna í tínum øki.

Eru tekin um harðskap ella onnur revsiverd viðurskifti, kanst tú antin seta teg í samband við løgregluna ella venda tær til barnaverndartænastuna, sum so tekur støðu til, um málið skal meldast til løgregluna.

 

Soleiðis boðar tú frá ónevnd/ur (anonymt)

Tú kanst eisini boða barnavendartænastuni frá ónevnd/ur (anonymt). Tú skalt vita, at foreldrini verða kunnað um fráboðanina, eisini tá tú boðar frá ónevnd/ur. Ver tí varug/ur við, at tú ikki vendir tær til barnaverndartænastuna á ein hátt, har tú kanst verða eyðmerkt/ur.

Um tú upplýsir títt navn, so skal barnaverndartænastan strika hetta, tá fráboðanin verður koyrd inn í málið. Vandi er tó altíð fyri, at tú kanst verða eyðmerkt/ur, um tú kemur við upplýsingum, sum bert tú kanst vita. Tú nýtist tí ikki upplýsa navn títt ella aðrar sambandsupplýsingar, um tú vilt vera ónevnd/ur.

Boðar tú frá ónevnd/ur, fært tú onga móttøkuváttan.

 

Hvat hendir

Allar fráboðanir verða viðgjørdar við støði í einstaka barninum og familjuni. Barnaverndartænastan í tínum øki skal sum skjótast, og í seinasta lagi innan eina viku, ganga gjøgnum innkomnar fráboðanir og meta um, hvørt kanningar skulu setast í verk. Er talan um bráðfeingismál, verða fyriskipanir settar í verk alt fyri eitt. Er talan ikki um bráðfeingismál, verður vanlig málsviðgerð nýtt til at kanna, um barnið ella familjan hava tørv á aðrari hjálp.

Er talan um eitt revsimál, sum er fráboðað løgregluni, setir løgreglan seg í samband við barnaverndartænastuna og aðrar viðkomandi partar.

Hóast fráboðan er send, eigur tú framhaldandi at eygleiða barnið. Vísir eingin bati seg, eigur tú at senda nýggja fráboðan. Um tú ikki metir, at hetta er ger mun, kanst tú venda tær til til Løgtingsins Umboðsmann at kæra málsviðgerðina.

Listen