Um Familjutænastuna
Vælkomin í Familjutænastuna.
Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan til familjur, sum varð stovnað í januar 2025. Vit eru í holt við at seta saman eina røð av fyribyrgjandi fyriskipanum til børn, ung og familjur, sum hava tørv á einum serstøkum tilboði.
Endamálið við tilboðunum er:
- at veita einstøku familjuni, barninum ella tí unga eitt tilboð við minst møguligum inntrivi til tess at skunda undir menningarmøguleikar
- at bjóða fyriskipanir, sum taka støði í støðuni hjá barninum í breiðari merking
- at skraddaraseyma eina og hvørja tilgongd til tørvin hjá barninum og familjuni og til ta ítøkiliga støðuna, sum familjan er í
- at bjóða tætt samstarv við familjuna og aðrar týðandi persónar í netverkinum hjá barninum
Hvør kann brúka Familjutænastuna?
Familjutænastan er tilboð til familjur, sum eru búsitandi í Føroyum við børnum í aldrinum 0-18 ár, harumframt til foreldur, sum eru við barn. Tilboðið vendir sær til familjur, sum eru knýtt at Barnaverndartænastuni, tí tey í styttri ella longri tíð hava tørv á viðgerð, stuðli ella ráðgeving í foreldraleiklutinum til tess at fáa familjuna at virka, sum hon skal, soleiðis at børnini trívast og mennast. Trupulleikarnir kunnu vera av sosialum, sálarligum ella relationellum slagi og kunnu vísa seg í familjuni ella í umhvørvinum rundan um hana. Tilgongdirnar hava til endamáls at finna fram styrkir og avbjóðingar í foreldraførleikanum og at stuðla og ráðgeva innanfyri tey økini, har tørvur er á tí.
Tilboðið er nýtt og verður í løtuni fyrireikað og sett í verk, og endalig staðseting er ikki funnin sum er. Arbeitt verður við at lata upp fyri ávísingum á vári í 2025. Ávísing til Familjutænastuna verður gjørd av barnaverndartænastuni í tí økinum, har familjan býr.
Familjutænastan kann bæði arbeiða við familjum við lutfalsliga einføldum trupulleikum og við familjum, har orsøk er til álvarsliga stúran um trivnaðin hjá barninum, og har neyðugt er at seta barnið heiman, um so er, at arbeiðið við familjuni ikki fær tann ætlaða virknaðin fyri barnið. Sum útgangsstøði verður dentur lagdur á trivnaðin hjá barninum, men vit taka eisini ímóti familjum, har trupulleikarnir enn ikki hava víst seg ítøkiliga hjá børninum. Her kann til dømis vera talan um foreldur, har annað ella bæði hava trupulleikar, sum kunnu fáa ávirkan á trivnaðin hjá barninum, um ongar broytingar fara fram.
Familjutænastan virkar við støði í dyggari fakligheit og strekkir seg langt fyri at tryggja starvsfólki okkara eftirútbúgving og áhaldandi supervisión, so vit eru útgjørd til uppgávurnar.
Vit bjóða
Tá Familjutænastan letur upp fyri ávísingum, vænta vit at kunna bjóða eina røð at tilboðum til børn og familjur í Føroyum. Í fyrsta umfari vænta vit at bjóða:
- Familjuviðgerð við fjølbroyttari samanseting – samdøgurviðgerð, dagviðgerð og viðgerð í heiminum hjá familjuni
- Stuttar tilgongdir við samrøðu
- Praktiskan pedagogiskan stuðul
Heimasíðan verður dagførd sum frá líður við nærri kunning um bæði tilboð og Familjutænastuna.