Góð ráð áðrenn søkt verður
Umráðandi er at hava gjørt sær neyvar tankar um spurningarnar í umsóknini um at gerast fosturforeldur, áðrenn søkt verður. Eru tit eitt par, umrøðið spurningarnar, áðrenn tit svara spurningunum í umsóknini og takið støðu. Her finnur tú allar spurningar í umsóknarblaðnum.
Søkt verður um at gerast fosturforeldur á Vanganum, sum merkir, at umsøkjarar mugu hava Samleikan hjá Talgildu. Sí møguliga samleikin.fo.
Eru tit eitt par, ið søkir, mugu báðir partar hava Samleikan. Setið góða tíð av í friði uttan avbrot. Sitið saman og svarið, tí spurningarnir koma til tykkum bæði gjøgnum alla umsóknina. At enda skriva tit bæði undir talgilt.
Tá vit hava móttikið umsóknina, venda vit aftur til tín/tykkum. Her verður høvi at umrøða svarini og at greiða nærri frá.
Umráðandi áðrenn søkt verður
Lat alt uppSkilagott kann vera at svara spurningunum skrivliga, áðrenn talgilda umsóknin verður svarað. Allir spurningarnir í umsóknini eru at finna her.
Umhugsa spurningarnar gjølla og tak støðu til teir. Umráðandi er, at allir spurningar verða nágreiniliga svaraðir.
Eisini um onnur enn egin børn eru partur av húsarhaldinum. So er lættari at svara talgildu umsóknini á Vanganum.
Um so er, at tú/tit hava egin børn, er umráðandi at tosa við tey um at fáa barn til fosturs, áðrenn umsóknin verður útfylt. Tí í umsóknini skal hugburðurin hjá egnum børnum til hetta lýsast.
Vilt tú broyta á einari undanfarnari síðu, mást tú fyrst gera ta síðuna lidna, tú ert á. Annars missir tú allar svaraðar spurningar á síðuni, tú ert á.
Tað ber ikki til at fara frá talgildu umsóknini her á Vanganum, tá byrjað er. Verður einki tastað inn í 15 + 5 minuttir, verður tú koyrd/ur av skipanini, og øll svar strikað.
Neyðugt er at svara øllum spurningum út í eitt. Verður ikki tastað inn í 15 minuttir, koma eini boð um, at um 5 minuttir verður tú koyrd/ur av skipanini. Verður trýst “Halt fram”, verður niðurteljingin nullstillað.