Bygnaður og endamál

Barnahúsið er skipað undir Barnaverndarstovu Føroya. Arbeiðið í Barnahúsinum fevnir sostatt um alt landið. Barnaverndarstova Føroya umsitur og rekur Barnahúsið.

Eitt mál kann einans koma í Barnahúsið umvegis barnaverndartænastuna. Tað er eisini avvarðandi barnaverndartænasta, sum hevur myndugleikaábyrgdina, meðan eitt mál verður viðgjørt í Barnahúsinum

Barnaverndartænasturnar kring landið kunnu fáa ráðgevandi stuðul frá Barnahúsinum í sambandi við mál ella illgruna um mál um kynsligan ágang ella annan harðskap móti børnum. 

Virksemið hjá Barnahúsinum verður fíggjað umvegis játtanina hjá Almannamálaráðnum. Útreiðslurnar hjá Barnahúsinum verða bókaðar fyri seg í bókhaldinum hjá Barnaverndarstovu Føroya. Lønarútreiðslur verða fíggjaðar hjá avvarðandi pørtunum hvør sær. Um mælt verður til, at víðari viðgerð skal fara fram aftaná hjálpina í Barnahúsinum, rindar avvarðandi barnaverndartænasta fyri hetta og fyri flutningsútreiðslur. Løgreglan og heilsuverkið rinda eisini sjálv fyri flutningsútreiðslur í sambandi við avhoyringar og útgreiningararbeiði í Barnahúsinum.


Endamálið við barnahúsinum

Høvuðsendamálið við Barnahúsinum er at tryggja eitt gott og skipað tvørfakligt arbeiði við børnum og avvarðandi í málum um kynsligan ella annan ágang móti børnum. Eisini skal Barnahúsið tryggja, at mál um ágang fáa somu dygdargóðu viðgerð kring alt landið.

Barnahúsið verður nýtt í málum um ágang móti børnum, tá tørvur er á tvørfakligum samstarvi millum barnaverndartænastu, løgreglu og/ella heilsuverk. Arbeiðið hjá Barnahúsinum snýr seg um at hjálpa avvarðandi barnaverndartænastu at fáa greiðu á viðurskiftunum hjá einstaka barninum. Hetta fyri at finna fram til, í hvønn mun barnið hevur tørv á serkønari hjálp. 

Endamálið við at savna serkønu, tvørfakligu og samskipaðu viðgerðina í Barnahúsinum er, at barnið fær betri umstøður at verða væl kannað og at koma seg. Eisini sleppur barnið undan at endurtaka frágreiðing sína um ágangin fleiri ferðir. Í húsinum hittir barnið útbúgvið fólk, sum dugir at tosa við børn um ágang.

Les meira
Norðurlendski barnahúsleisturin

Barnahúsið tekur støði í norðurlendska barnahúsleistinum, sum byggir á samstarv tvørtur um kommunu- og fakmørk. Barnahúsið veitir barnaverndartænastuni ráðgeving í sambandi við mál um ágang móti børnum, og tá tað er neyðugt at taka løgregluna ella heilsuverkið við í málið. 

Barnahúsið er eitt barnavinarliga innrættað hús, so barnið skal kenna seg trygt har. Umboð fyri myndugleikar savnast í húsinum í sambandi við mál um ágang móti børnum ella tá illgruni er um hetta. Í Barnahúsinum verður barnið kannað, avhoyrt og kann fáa kreppuhjálp saman við teimum avvarðandi.

Barnahúsið er mannað við starvsfólkum, ið hava serkunnleika at taka sær av málum um ágang móti børnum. Harumframt kann Barnahúsið eftir tørvi heita á serkøn fólk frá eitt nú løgregluni og heilsuverkinum.

Ein grundhugsan í barnahúsleistinum er, at atlitið til barnið er fremst. Avvarðandi myndugleikar møta barninum í Barnahúsinum, og partarnir gera í mest møguligan mun sítt arbeiði inni í Barnahúsinum. Barnið sleppur sostatt undan at endurtaka sína frágreiðing fleiri ferðir. 

Felags serkunnleikin skal tryggja, at arbeiðið við einstaka barninum verður gjørt við støði í eini heildarmynd, ið er barnavinarlig og røkkur tvørtur um arbeiðsmørk hjá teimum, ið viðgera málið. Endamálið er, at hvør einstøk málsgongd verður fyriskipað soleiðis, at hon tekur mest møgiligt fyrilit fyri barninum.

Dygdarhandbók - leiðreglur fyri arbeiðið í barnahúsinum 2022
Útflýggjan av upplýsingum millum myndugleikar í málum um kýnsligan ágang og annan harðskap
Listen