Fráboðanarskylda hjá fakfólki
Tá ein námsfrøðingur, lærari, heilsufrøðingur, ljósmóðir, kommunulækni ella onnur, sum hava tætt samband við børn, halda, at eitt barn og familjan hava brúk fyri hjálp, skal barnaverndartænastan hava boð um hetta.
Í § 14 í barnaverndarlógini er hetta soleiðis orðað:
Øll, sum í starvi sínum hava við børn at gera og í hesum sambandi fáa kunnleika til ella hava orsøk at halda, at foreldur ella annar uppalari vanrøkir, meinslar ella misnýtir eitt barn, ella at barnið á annan hátt livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða sálarligu ella likamligu heilsu ella menning hjá tí, hava skyldu til navngivið at boða barnaverndartænastuni frá hesum.
Umsorgan fyri einum barni kann sostatt hava við sær, at tú mást boða barnaverndartænastuni frá, hvussu til stendur.
Um tú ivast
Tá tú gerst stúrin um eitt barn, kann vera, at tú heldur tær aftur at boða frá. Tú hugsar kanska: Man mín stúran bara vera ein ógrundaður illgruni? Er tað rætt, sum eg síggi? Er vandi fyri, at álit og samstarv millum meg og foreldrini verður oyðilagt? Er vandi fyri, at eg geri støðuna hjá barninum enn verri? Eri eg tann, ið eigi at taka hetta upp, ella eru onnur, sum standa barninum nærri? Er tað ein partur av mínum starvi at leggja meg út í nakað, ið snýr seg um trupulleikar heima hjá einum barni? Bróti eg mína tagnarskyldu?
Líka mikið hvat heldur tær aftur, eigur tú at standa við títt yrkisføri og gera vart við teg og gera títt til, at kanningar kunnu verða settar í verk. Fyri fakfólk er fráboðanarskyldan persónlig.
Gev gætur! Er talan er um illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, framdur av foreldrunum, skulu foreldrini IKKI kunnast, áðrenn fráboðan verður latin barnaverndartænastu!
Hvat merkir fráboðanarskylda fyri fakfólk?
Tá um ræður at verja ófødda barnið, hava starvsfólk í heilsuverkinum eitt serstakt innlit.
Mest týðandi fakfólkini eru í hesum sambandi kommunulæknin og ljósmóðirin. Tað hevur stóran týdning, at hesi starvsfólk eru varug við barnakonur, ið dragast við rúsdrekka- og rúsevnismisnýtslu, harðskap í parlagi, sosialar ella sálarligar trupulleikar, og sum hava tørv á leiðbeining ella stuðli.
Eru trupulleikar, sum hótta ófødda barnið, skal barnaverndartænastan hava fráboðan.
Heilsufrøðingar koma á vitjan hjá nýfødda barninum stutt eftir føðing og fáa sostatt samband við húskið.
Kommunulæknin hevur barnakanningar um hendi og hevur ofta kent familjuna leingi. Ber barnið tekin um vansorgan, má barnaverndartænastan hava boð um hetta, eisini tá talan bert er um ein varhuga.
Starvsfólkini mugu lata við seg koma, um tey gerast stúrin um atburðin ella samspælið millum foreldur og barn, og tá tekin annars eru um mistrivnað.
Námsfrøðingar og onnur starvsfólk á dagstovnaøkinum hoyra til tey starvsfólk, ið fáa innlit í korini hjá børnum og familjum teirra tíðliga á lívsleiðini. Hesi starvsfólk hava tí serliga gott høvi at varnast tekin um mistrivnað hjá barninum.
Tey, ið starvast í frítíðarskúlum og innan ymisk frítíðartilboð, kunnu eisini koma í samband við børn, ið vísa tekin um mistrivnað.
Lærarar koma ikki í eins stóran mun í samband við foreldrini og familjuna. Hinvegin eru teir nógv saman við børnunum.
Lærarar hava serliga ábyrgd av fakligu menningini, men persónliga menningin og trivnaðurin hjá hvørjum einstøkum næmingi er eisini ein høvuðstáttur í gerandisdegnum í skúlanum.
Hjá stórum børnum og tannáringum henda nógvar og stórar broytingar. Eisini tá er neyðugt at geva møguligum teknum um mistrivnað gætur.
Sálarfrøðingar, sosialráðgevar, økispsykiatri, løgreglufólk, prestar og onnur starvsfólk, ið eru í sambandi við familjur við ymsum avbjóðingum, hava eisini skyldu at boða barnaverndartænastuni frá.
Tað kann vera torført at gera nágreiniligar leiðbeiningar um atburð ella ábendingar, sum áseta, um vit skulugera vart við mistrivnað hjá einum barni. Neyðugt er at meta um í hvørjum einstøkum føri. Mistrivnaður kann bæði koma av, at barnið er strongt í eina tíð og av, at barnið er hótt. Tí mást tú sum starvsfólk gera vart við teg, tá tú gerst stúrin um eitt barn, so støðan kann verða kannað nærri.
Sum fakfólk hevur tú skyldu at taka neyðug stig, um tú sært vandatekin hjá børnum ella familjum teirra. Tað er umráðandi, at tú ikki – í misskiltum umhugsni fyri foreldrunum – letur vera við at lata tað fara víðari, sum tú hevur sæð.
Flestu fakfólk duga at síggja, um børn vísa tekin um mistrivnað. Umráðandi er, at fakfólk reagera í slíkum førum. Tað kann vera torført at ásanna, at eitt barn hevur álvarsligar trupulleikar – og ikki minni at seta foreldrini andlit til andlits við tína stúran.
Børn kunnu eisini vísa atburð, ið ein kann vera stúrin um, tá umstøðurnar eru truplar, hóast tær ikki eru vandafullar. Talan kann til dømis vera um hjúnaskilnað ella sjúku í familjuni. Útgangsstøðið eigur tó altíð at vera, at ein og hvør ivi eigur at koma barninum til góðar.
Ver forvitin, hvussu barnið trívist, tak foreldrini upp í tað, tú sært. Hvussu er og ikki, hevur tað altíð stóran týdning, at sett verður inn so tíðliga sum til ber.
Tað er altíð ein ítøkilig meting, ið ger av, um stig skulu takast í hvørjum einstøkum føri.
Her eru nøkur dømi um tekin, ið tú eigur at geva tær far um:
• Barnið mennist ikki aldurssvarandi
• Barnið hevur ein óskiljandi ella brádliga broyttan atburð
• Barnið tykist vera órøkt
• Barnið sýnir líkasælu
• Barnið tykist óttafult
• Barnið er bráðsint ella ágangandi
• Barnið tykist ikki at megna samband við onnur
• Barnið tykist innanbundið
• Barnið tykist hava sera ilt við at hugsavna seg
Upplýsandi tilfar til fakfólk
Støður hjá børnum og ungum, har foreldrini stríðast við sálarligar sjúkur ella eru bundin av rúsdrekka, eru ofta torførar at handfara hjá bæði børnum og vaksnum.
Tilfarið um Sáru og Aleks er ein hjálp at viðgera hesi viðkomu evni og seta orð á.