Send fráboðan sum fakfólk

Um tú sum fakfólk, ið starvast við børnum, ert stúrin um eitt barn, skalt tú senda barnaverndartænastuni eina fráboðan – hetta uttan mun til, um stúranin byggir á ítøkilig tekin ella ein varhuga. Fráboðanarskyldan kemur fram um tagnarskylduna, og sum fakfólk hevur tú herda skyldu til at boða myndugleikunum frá, um illgruni er um, at eitt barn er fyri vansorgan ella ágangi.

Skal ein góð loysn finnast á trupulleikanum, sum tú bert eyga við hjá barninum, er umráðandi, at tú reagerar upp á tína stúran.

Umráðandi er, at tit á arbeiðsplássinum hava gjørt greiðar mannagongdir um, hvussu tit handfara slík mál, tá tey stinga seg upp. Soleiðis at ikki fleiri starvsfólk enn neyðugt verða tikin upp í málið. Uppskot til yvirskipaða mannagongd á skúlum, stovnum osfr.

Soleiðis bert tú teg at
Tak starvsfelagar og leiðsluna við

Tað er skilagott at tosa við nærmastu starvsfelagar og leiðslu um tað, ið tú hevur lagt til merkis, soleiðis at tann torføra samrøðan við foreldrini er so væl fyrireikað sum til ber.

Tosa við foreldrini

Útgangsstøðið er at tosa við foreldrini – tó undantikið, tá illgruni er um, at tað eru foreldrini, ið fremja harðskap ella kynsligan ágang.

Foreldur vilja sínum børnum tað besta. Hóast tey møguliga eru partur av trupulleikanum, eru tey eisini ein týðandi partur av loysnunum, ið skulu finnast. Uttan so, at talan er um serstøk bráðfeingis mál, har mett verður, at barnið beinleiðis er í vanda, eitt nú í sambandi við kynsligan ágang ella harðskap.

Tað er gott at byrja eitt samstarv við foreldrini við at tosa við tey um tað, tú hevur eygleitt og stúrir fyri. Spyr tey, um tey sjálv hava lagt atburðin hjá barninum til merkis, ella um okkurt líknandi er komið fyri fyrr. Ver opin fyri, at tú kanst hava mistikið teg, ella at foreldrini hava eina heilt aðra fatan av støðuni. Halt hóast hetta fast í tínum eygleiðingum. Tað kann vera skilagott at skriva tínar eygleiðingar niður, áðrenn tú tosar við foreldrini.
 
Vit mæla til, at tú kunnar foreldrini um tína fráboðan og gjøgnumgongur hana, áðrenn tú sendir barnaverndartænastuni hana. Lat møguligar viðmerkingar hjá foreldrunum koma við í fráboðanina. Undantikið tá talan er um illgruna um harðskap ella kynsligan ágang, framdur av foreldrunum. Í hesum førum skulu foreldrini IKKI kunnast, áðrenn fráboðan verður latin barnaverndartænastu.
 
Summi foreldur gerast óð í slíkum støðum. Tað kann tó eisini kennast sum ein lætti hjá foreldrunum, at orð verða sett á ein trupulleika, ið tey ikki hava megnað at loyst einsamøll. Hav fyri eyga, at fráboðanin til barnaverndartænastuna er fyrsta stigið til, at barnið fær neyðugu hjálpina.
 
Ráðgeving frá barnaverndartænastu
Ivast tú og leiðslan í, um tit kunnuloysa trupulleikarnar í samstarvi við foreldrini, kann tað vera skilagott at ráðføra teg við barnaverndartænastuna. Til ber at tosa um viðurskiftini uttan at nøvn verða nevnd.
Bráðfeingis støður

Umráðandi er at skyna millum mál, tá barnið er hótt av vanrøkt, harðskapi ella kynsligum ágangi, har neyðug stig mugu takast beinanvegin, og mál, har tú kanst geva tær betri stundir.

Í bráðfeingis málum mugu neyðug stig takast beinanvegin. Hetta verður gjørt við, at tú setir teg í samband við barnaverndartænastuna í tínum øki. Í bráðfeingis støðum ber til at fáa fatur á barnaverndartænastunum kring landið á vakttelefon, sum eisini er á yvirlitinum.

Íbornar avbjóðingar?

Áðrenn boðað verður frá, eiga fakfólk eisini at meta um, um mistrivnaður hjá barni er orsakaður av, at orka ella evnini hjá foreldrum ikki røkka til, ella um talan í høvuðsheitum er um íbornar avbjóðingar hjá barninum, ið aðrir myndugleikar eiga at veita hjálp til, til dømis Almannaverk, Sernám ella Psykiatriski Depilin.

Nær er fráboðanarskyldan galdandi?
Um samrøður við foreldrini ikki bøta um støðuna hjá barninum, hevur tú skyldu at siga barnaverndartænastuni frá. Helst skrivliga. Hendan skylda er galdandi, sjálvt um málið møguliga er tikið upp í tvørfakligum samstarvi. Eisini í førum, har leiðslan er ósamd í tíni stúran, er fráboðanarskyldan galdandi. Um so er, at tú áður hevur boðað frá, og støðan hjá barninum ikki er broytt nøktandi, skalt tú boða frá enn eina ferð.
 
Fólk, sum í sínum starvi hava við børn og ung at gera, eitt nú námsfrøðingar, lærarar og starvsfólk í heilsuverkinum, skulu í síni fráboðan vera navngivin.
 
Fráboðanarskyldan er persónlig.
Hvat eigur ein fráboðan at fevna um?
Ein fráboðan eigur at fevna um so nógvar upplýsingar um barnið, sum til ber, sama um hon er munnlig ella skrivlig. Tað er sera umráðandi, at frágreiðingin er ítøkilig, og at tann, ið skrivar, ikki tulkar umstøðurnar, men bara skrivar tað, sum hann/hon hevur eygleitt ella á annan hátt fingið upplýst. Gev gjarna ítøkilig dømi.
 
Hvat hendir, tá tú hevur boðað frá?
Tá barnaverndartænastan hevur móttikið fráboðan, fer sosialráðgevi í holt við at kanna støðuna hjá familjuni og barninum nærri. Hetta kann taka upp í tríggjar mánaðir. Dentur verður frá byrjan lagdur á, at familjan verður tikin við í tilgongdina at gera eina heildarmeting av umstøðum og tørvi hjá barninum. Kanningin verður ikki víðfevndari enn neyðugt.
 
Niðurstøðan á kanningini kann vera alt frá, at tað ikki er talan um barnaverndarmál, til at fyriskipan verður sett í verk. Fyriskipanir kunnu til dømis vera stuðul í heimi, sálarfrøðilig hjálp ella annað, sum er ásett í § 15 í barnaverndarlógini.
 
Hóast tørvur kann vera á skjótari hjálp, er umráðandi, at møgulig fyriskipan verður framd við støði í neyvari vitan um viðurskiftini hjá familjuni. 
Hvat kanst tú vænta at fáa at vita, tú tú hevur boðað frá?
Innan eina viku fært tú eina kvittan fyri, at barnaverndartænastan hevur móttikið fráboðanina. Harumframt kanst tú sum fakfólk, ið hevur boðað frá, fáa upplýst, um fráboðanin hevði við sær, at málið varð kannað, ella fyriskipan varð sett í verk.
 
Ert tú í iva, kanst tú seta teg í samband við barnaverndartænastuna at fáa ráð og vegleiðing.
Tvørfakligt samstarv
Barnaverndartænastan skal skipa fyri tvørfakligum samstarvi ímillum teir fakbólkar, ið kunnu hava týdning fyri málið.
 
Men um tú ikki ert partur í málinum í løgfrøðiligum týdningi, kanst tú ikki vænta at fáa upplýsingar um, hvussu barnaverndartænastan fer víðari fram.
 
Sosialráðgevin fer møguliga at seta seg í samband við teg aftur, um tørvur er á fleiri upplýsingum, men fyrst og fremst eru tað foreldrini, ið verða tikin við í viðgerðina. Hugsast kann, at hjálp er sett í verk, uttan at tú sum fakfólk verður kunnað um hetta.
Tá tú hevur boðað frá
Tá boðað er frá, hevur tað alsamt týdning, at tú framvegis hevur serligt eyga við barninum. Um so er, at støðan hjá barninum ikki batnar, hevur tú skyldu at boða frá av nýggjum.
 
Sum fakfólk hevur tú skerpaða fráboðanarskyldu og persónliga skyldu at gera vart við teg, um tú stúrir fyri barni ella varnast tekin um mistrivnað. Tá tú sært tekin um mistrivnað hjá barni, kann vera trupult at gera nakað. Tá tú stendur í hesi støðuni, mást tú minna teg á, at tín ábyrgd er at taka støði í barninum og hava fyrilit fyri menningini og trivnaðinum hjá barninum.
 
Jú fyrr, at hond verður tikin um tekin um mistrivnað hjá børnum, jú betri eru møguleikarnir at forða fyri, at trupulleikarnir vaksa seg stórar.
Listen