Skipanin

Børn velja ikki sjálv korini, tey vaksa upp undir. Sum vaksin kunna vit velja, um vit vilja hjálpa børnum, ið liva undir viðurskiftum, sum kunna skaða tey. Hjálpin kann vera alt frá at boða myndugleikum frá óreglusemi til at taka børn til fosturs.

Stundum er tørvur á at senda børn heiman í styttri ella longri tíðarskeið, tí er neyðugt at fáa fosturfamiljur um alt landið - og tørvurin er stórur.

Barnaverndarstovan umsitur Fosturforeldraskipanina og veitir ráðgeving til fosturfamiljur og skipar regluliga fyri undirvísing og skeiðum fyri fosturforeldur.

 

At vera fosturforeldur skal síggjast sum eitt starv

Men hetta er meir enn eitt vanligt 8 – 4 arbeiði. Hetta er eitt barn, sum tú skalt hava umsorgan fyri, sum tú verður sett at ala upp. Við at taka eitt barn til fosturs gevur tú barninum ein nýggjan møguleika og øðrvísi tiltrongdar karmar at liva undir. Í summum førum sleppir barnið kanska fyri fyrstu ferð at uppliva, hvat tað merkir at hava eina familju.

At vera fosturforeldur krevur nógv persónliga og hevur árin á alla familjuna. Hinvegin er tað ómetaliga gevandi, og familjan lærir eisini nógv nýtt um seg sjálva. Fosturforeldur kunnu vera við til at geva einum barni ein týðandi førning, sum tað kann bera víðari í sínum vaksna lívi.

Fosturforeldraskipanin skal kunna vísa á eina góðkenda fosturfamilju, tá eitt barn verður sett heiman av myndugleikunum. At eitt barn verður sett heiman merkir, at barnið verður tikið úr heiminum frá foreldrum ella verjum og sett til fosturs ella til umlættingar í eitt annað heim hjá góðkendum fosturforeldrum í styttri ella longri tíð.

Eitt barn kann verða sett til fosturs, um foreldrini geva sítt samtykki, um barnið ongan verja hevur, ella um barnið er undir umsorgan hjá barnaverndarnevndini. Eitt barn verður bert sett heiman, um avvarðandi barnaverndartænasta metir, at hetta er besta loysnin fyri barnið. Men tað er Føroya Kærustovnur, sum tekur endaliga avgerð um, at eitt barn verður sett til fosturs eftir tilmæli frá avvarðandi barnaverndarnevnd.

Talið á børnum, sum búgva hjá fosturfamiljum í Føroyum, liggur í miðal á 70. Harafturat eru umleið 50 børn, sum eru til umlættingar hjá fosturforeldrum nakrar dagar um mánaðin.

Uppgávur og bygnaður
Lat alt upp
Uppgávur hjá Fosturforeldraskipanini

Uppgávurnar hjá Fosturforeldraskipanini eru í høvuðsheitum:

  • At góðkenna fosturforeldur
  • At gera kanningar av og hava eftirlit við fosturforeldrum
  • At veita fosturforeldrum vegleiðing og ráðgeving
  • At skipa fyri skeiðum og undirvísing fyri fosturforeldrum
  • At gera og umsita avtalur við fosturforeldur saman við avvarðandi barnaverndartænastu
  • At gera og røkja eina skrá við fosturforeldrum og børnum í fosturheimum 

Barnaverndarstova Føroya umsitur Fosturforeldraskipanina, sum er fevnd av lógini um barnavernd.

Bygnaður

Fosturforeldraskipanin er ein partur av virkseminum hjá Barnaverndarstovu Føroya, og liggur undir felagskommunalari umsiting.

Fosturforeldraskipanin virkar sostatt fyri alt landið og samstarvar við barnaverndartænasturnar kring landið um mál, har børn eru til fosturs ella til umlættingar hjá fosturfamiljum.

Regluverk

Her finnur tú regluverkið, ið barnaverndin virkar samsvarandi. Sí eitt nú fosturuppihald. 

Listen