At halda seg langtíðarhaldføra/n í relatiónsarbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup (FULLTEKNAÐ)
Fyrilestur um hvussu tað kann slíta allar lívsins leiklutir at vera í sambandi við børn og ung, sum hava avbjóðandi viðføri við sær, og amboð til at halda seg langtíðarhaldføra/n.
Tú fært:
- Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu tíni ymisku sambond kunnu verða slitin, og hvat tú kanst gera fyri at fyribyrgja tí.
- Einfalda og nýtiliga fatan av tilknýtismynstrum hjá børnum og ungum, og hvussu tað kann upplivast, tá hesi koma til sjóndar í sambandinum við teg, og hvat tú skal gera fyri at umvæla óskynsom tilknýtismynstur.
- Eina fatan av prísinum av samkenslu og amboð til at gera prísin minni.
Við humori og hjartahita tekur Rikke egnar royndir frá kliniskum yrki og supervisiónsrúmi við.
Fyrilesturin skiftir millum upplegg og dømi frá gerandisdegnum hjá relatiónsstarvsfólkinum umframt prát við starvsfelagar um, hvussu boðskapir í upplegginum og amboðini kunnu brúkast í gerandisdegnum.
Fyrilestrarhaldari
Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár.
Sí eisini www.rikketordrup.dk
Málbólkur
Øll sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólki á skúlum, dagstovnum, serskúlum, samdøgurstovnum, kreppumiðstøðum, familjuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fosturforeldur.
Tíð og stað
Dagurin verður hildin mikudagin 4. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.
Tilmelding og prísur
Prísur: 1200 kr.
Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart.
Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.
Mynd
Tekningin er úr bókini, “Udviklende øjeblikke i plejefamilien” frá Akademisk Forlag 2022. Teknað hevur Lonnie Hamborg.