Kafékvøld fyri fosturforeldur 30. januar
Hóskvøldið 30. januar verður kafékvøld fyri fosturforeldur um mentalisering – og um ókeypis videoskeið um mentalisering.
Í stuttum er mentalisering ein hentur ella kveikjandi háttur at skilja okkum sjálv og onnur. Øll brúka vit mentalisering tilvitað ella ótilvitað í okkara sambandi við onnur. Tað snýr seg um at vera varug/ur við egnar tankar og kenslur umframt at skilja sjónarhorn, ætlanir (intentiónir) og kenslur hjá øðrum. Við mentalisering menna vit evni okkara at skapa djúpari og meiningarfullari sambond við tey rundan um okkum.
Á kafékvøldinum fara vit saman at hyggja eftir videoskeiðnum, “Mentalisering i samarbejde med anbragte børns forældre”. Vit fara at umrøða filmin, og vit bjóða ein góðan drekkamunn.
Kafékvøldið er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn.
Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi hósdagin 23. januar klokkan 12.