Avleiðingar av vansorgan og mennandi løtur í sosialpedagogiskum arbeiði - fyrilestur við Rikke Yde Tordrup (FULLTEKNAÐ)
Fyrilestur um avleiðingar av vansorgan við denti á menningarsálarfrøði og tilknýti. Harumframt fært tú:
- Einfalda og nýtiliga fatan av, hvussu vansorgan ávirkar børn við innara neiligum arbeiðsfrymlum við lágum sjálvsvirði og misáliti á verðina.
- Einfalda og nútímans framløgu av menningarsálarfrøðiliga ástøðinum hjá Daniel N. Stern og av tilknýtisástøði.
- Amboð til at arbeiða við relatiónum, sum fer at styrkja trygga tilknýtið hjá barninum og virkar sum verjandi faktorur hjá barninum.
- Amboð til at vera í sambandinum við børn, sum vísa eyðkenni upp á ótrygt tilknýtismynstur.
Við humori og hjartahita tekur Rikke sínar egnu royndir við, bæði sum sálarfrøðingur og supervisari og sum sálarfrøðingur á samdøgurstovni.
Fyrilesturin skiftir millum upplegg við dømum frá samdøgursviðgerð og prát millum starvsfelagar um, hvussu boðskapirnir og amboðini kunnu brúkast í teirra gerandisdegi.
Eisini verður víst, hvussu børn kunnu verða styrkt í síni frásøgn um seg sjálv við vitnisburði (børnebevidning) sum amboð í sambandi við interventión, barnafrágreiðing og kanning.
Fyrilestrarhaldari
Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?” Rikke hevði eisini upplegg til kveikingardagin hjá SSP fyrr í ár.
Sí eisini www.rikketordrup.dk
Málbólkur
Øll, sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólk á skúlum, serskúlum, dgastovnu, samdøgurstovnum, kreppumiðstrøðum, famijuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fostuforeldur.
Tíð og stað
Dagurin verður hildin týsdagin 3. desember í Smæruni, J. H. Schrøtersgøtu 7 í Havn. Vit byrja við morgunmati klokkan 8.30. Fyrilesturin er kl. 9-15.
Tilmelding og prísur
Prísur: 1200 kr.
Íroknaður er morgunmatur, kaffi fyrrapart, miðmáli á middegi og kaffi seinnapart. Melda til í seinasta lagi 14. september 2024 á bvs@ bvs.fo. Upplýs full nøvn á luttakarum og t-post hagar rokning skal sendast. Tilmelding er bindandi og verður ikki afturgoldin, men til ber at lata øðrum luttakara plássið, um einum berst frá at koma. Legg eisini til merkis, at skeiðið er treytað av, at nóg nógv melda seg til.
Mynd
Tekningin er forsíðumynd til bókina, “Udviklende øjeblikke” frá Akademisk Forlag 2019. Teknað hevur Lonnie Hamborg.