Kafékvøld fyri fosturforeldur: Filmurin SYSTEMBRYDER
Mikukvøldið 15. mai klokkan 18 verður kafékvøld fyri fosturforeldur, har vit fara at vísa filmin, Systembryder. Filmurin snýr seg um 9 ára gomlu Benni, sum er kastibløka millum ymiskar stovnar, sum ikki megna at handfara hennara illsinnisherðindi og hørðu útsjónd. Tað einasta, sum Benni ynskir sær, er at búgva hjá mammu síni aftur, men mamman er ikki før fyri at handfara óútrokniligu atferðina hjá dóttrini. Skipanin er um at geva skarvin yvir, men tá Micha verður sett sum hjálpari á stovninum, fer Benni fyri fyrstu ferð at lata seg upp. Les meira um filmin og síggj forfilm.
Filmurin varð vístur á Berlin Filmsfestivali í 2019, har hann fekk Silvurbjørnina.
Á skránni annars til kafékvøldið er sum altíð kaffi, køka og hugni.
Filmurin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallaranum, Tórshavn.
Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi týsdagin 14. mai klokkan 15!