Fyrilestrar við Rikke Yde Tordrup um foreldrasamstarv og børn, sum hava verið fyri vansorgan
30. august 2024
Fyrstu vikuna í desember í ár hava vit boðið Rikke Yde Tordrup at hava tríggjar ymiskar fyrilestrar fyri fakfólkum, sum í sínum dagliga yrki hava samstarv við foreldur og um børn, sum hava verið fyri vansorgan.
Oddbjørg Balle, sálarfrøðingur og leiðari á Barnaverndarstovuni: “Arbeiðir tú við børnum, er umráðandi at megna gott foreldrasamstarv. Eisini er umráðandi við innliti og amboðum viðvíkjandi børnum, sum hava verið fyri vansorgan. Fyrsti fyrilesturin við heitinum “Bersøgin foreldur virka í kærleika” snýr seg um týðandi kynstrið at samstarva við foreldur. Rikke dugir sjáldsama væl at lýsa hetta við viðkomandi og humoristiskum dømum, ið mong helst kenna seg aftur í. Hinir báðir fyrilestrarnir snúgva seg um børn, sum hava verið fyri vansorgan, herundir hvussu tú arbeiðir við teimum, og hvussu tú heldur teg langtíðarhaldføra/n í relatiónsarbeiði.” Fyrsti fyilesturin verður í Løkshøll í Runavík, meðan hinir báðir verða í Smæruni í Havn.
Talan er um hesar fyrilestrar og málbólkar:
Bersøgin foreldur virka í kærleika - fyri starvsfólk í skúla-, dagstovna- og serøkinum og onnur, sum í sínum yrki hava samstarv við foreldur.
Avleiðingar av vansorgan og mennandi løtur í sosialpedagogiskum arbeiði - fyri øll, sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólki á skúlum, serskúlum, dagstovnum, samdøgurstovnum, kreppumiðstøðum, familjuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o. Harumframt fosturforeldur.
At halda seg langtíðarhaldføra/n í relatiónsarbeiði - fyri øll sum arbeiða við børnum og ungum, sum hava verið fyri vansorgan. T.d. sosialráðgevar, starvsfólk á skúlum, dagstovnum, serskúlum, samdøgurstovnum, kreppumiðstøðum, familjuviðgerar, stuðlar, mentorar o.o.
Rikke Yde Tordrup er cand.psych. frá Århus Universiteti (2001), autoriseraður sálarfrøðingur og serfrøðingur í kliniskari barnasálarfrøði. Umframt sína praksis hevur Rikke superviserað sálarfrøðingar, ergoterapeutar, heilsusystrar, lærarar, viðgerar innan misnýtslu, løgfrøðingar, barnaserkøn og sosialráðgevar. Eisini ráðgevur hon ættleiðarum, hevur fyrilestrar um tilknýti, menningarsálarfrøði og foreldrasamstarv og er kend sum serfrøðingur í sendingini í DR2, “Hvør ansar børnum okkara?”
Sí meira um Rikke Yde Tordrup.
Myndina av Rikke Yde Tordrop hevur Kirsten Adler tikið.