Nú skal søkjast á Vanganum um at gerast fosturforeldur
31. oktober 2024
Barnavendarstovan er nú komin á Vangan. Tað fyrsta virksemið hjá okkum, sum er á Vanganum, er umsókn um at gerast fosturforeldur. Hetta merkir, at tey, sum fegin vilja gerast fosturforeldur ella umlættingarforeldur, nú skulu søkja á Vanganum. Við Vanganum tryggja vit, at allar persónligar upplýsingar verða viðfarnar á tryggasta hátt og koma skjótt fram til Fosturforeldraskipanina og har sjálvvirkandi beinanvegin verða skrásettar á røttum staði.
Fyri umsøkjarar merkir hetta, at dátuverndin er í hásæti. Allar upplýsingar fara beinleiðis frá umsøkjara í skipanina hjá Barnaverndarstovuni. Tað verður framyvir óneyðugt hjá umsøkjarum at leita fram og skanna pass sum samleikaprógv. Hetta lættir um tilgongdina og ger hana skjótari.
Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni, fegnast mikið um framstigið í viðgerðini av umsóknum um at gerast fosturforeldur: “Tað hevur stóran týdning, at vit leggja okkum eftir at viðgera persónligar upplýsingar á tryggasta hátt. Tá samskiftið fer fram á Vanganum, hava vit vissu fyri, at tær koma trygt fram. Tá søkt verður um at gerast fosturforeldur, skulu mangar persónligar og privatar upplýsingar latast. Til dømis viðvíkjandi heilsustøðu, trúarviðurskiftum og loyvi at biðja løgregluna um revsiváttan.
Við talgildu umsóknini um at gerast fosturforeldur hava vit tikið fyrsta stigið á Vangan. Og vit eru longu í holt við annað stigið við eisini at leggja regluligu spurningarnar til fosturforeldur, sum hoyra til árliga eftirlitið av fosturheimum, á Vangan. Tí ein av týdningarmestu uppgávunum hjá Barnaverndarstovuni er at tryggja, at fosturbørn til eina og hvørja tíð hava best møguligu fosturforeldrini. Við Vanganum hava vit dagført amboð til at upplýsingarnar koma trygt og skjótt fram á rætt stað. “
Talgildu Føroyar standa fyri Vanganum, og Barnaverndarstovan hevur sostatt verið í tøttum samstarvi við Talgildu í nakrar mánaðir til tess at fáa eina tænastu, sum vit er nøgd við. Vit vita, at talgildingin ger tilgongdina tryggari, smidligari og í allar mátar nútíðarhóskandi. Men komandi fosturforeldur eru enn sum áður altíð vælkomin at venda sær til Barnaverndarstovuna, um tey hava spurningar í sambandi við at søkja um at gerast fosturforeldur.