Barnaverndarstovan

Leiðari til nýggju Familjutænastuna at byrja skjótast til ber

16. oktober 2024

Vilt tú standa á odda fyri einum framsøknum viðgerðartilboði fyri familjur, har endamálið er at fyribyrgja, at børn verða sett heiman? Vit tú ganga undan at skapa eina stovnsmentan, sum stuðlar undir at tryggja trivnað og sunna menning hjá børnunum, so tey kunnu møta framtíðini við lívsgleði? 

Barna- og útbúgvingarmálaráðið og Kommunufelagið hava gjørt av at seta á stovn nýtt viðgerðartilboð við heitinum, Familjutænastan. Familjutænastan er fyribyrgjandi fyriskipan og veitir ráðgeving og viðgerð til familjur, sum hava avbjóðingar í foreldraleiklutinum, og sum fegnar vilja hava hjálp.

Tú verður leiðari fyri einum toymi av familjuviðgerum, sum bæði fara at arbeiða inni á stovninum og úti í heimunum hjá familjum. Harumframt fært tú ábyrgd av allari viðgerð og viðurskiftum, sum eru knýtt at Familjutænastuni.

Familjutænastan arbeiðir í tøttum samstarvi við barnaverndartænasturnar, og skal eisini bjóða døgnviðgerð og gera kanningar fyri barnaverndartænasturnar.

Bygnaðarliga er Familjutænastan sjálvstøðug eind undir Barnaverndarstovu Føroya, og tú fert at arbeiða í einum leiðslutoymi saman við leiðaranum og løgfrøðinginum á Barnaverndarstovu Føroya.

Vit vænta, at tú:

  • ert útbúgvin sálarfrøðingur ella hevur líknandi útbúgving.
  • hevur leiðsluroyndir og kanst tryggja góðskuna í viðgerðini.
  • hevur góðar samskiftisførleikar í skrift og talu.
  • hevur hug og hegni at menna ein stovn við fyribyrgjandi fyriskipanum. 
  • trívist við at arbeiða sjálvstøðugt og at stinga út í kortið viðvíkjandi viðgerðarháttum.
  • ert til reiðar at taka truplar avgerðir.
  • hevur royndir við at viðgera familjur og børn, sum eru í viðbreknari støðu.
  • megnar at samstarva við viðkomandi fakbólkar.
  • ert fleksibul og til reiðar at taka eitt eyka tak, tá tað er neyðugt.
  • ert tøk/ur, tá starvsfelagar hava tørv á tí.
  • dugir at skipa fyri og læra frá tær.
  • tolir, at starvsstaðurin er skiftandi, og at arbeiðsuppgávurnar eru tillagaðar tørvinum og fyriskipanum, sum verða settar í verk.
  • hevur áhuga í at arbeiða við fosturforeldrum eisini.
  • hevur koyrikort.

Vit bjóða tær:

  • at samanseta títt egna viðgerðartoymi.
  • at gerast partur av einum húsi, har nógvir fakbólkar eru at sparra við og søkja sær ráðgeving frá.
  • góðar møguleikar fyri supervisión.
  • møguleika at menna tínar fakligu førleikar.
  • frælsi at leggja til rættis arbeiðstíð.

 

Setanartreytir og nærri upplýsingar
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Akademikarafelag Føroya.

Nærri upplýsingar um starvið fært tú við at venda tær til Oddbjørg Balle, leiðara á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 225696 ella til Onnu Dam, løgfrøðing á Barnaverndarstovu Føroya, á telefon 519082.

Tann, ið verður sett/ur verður, skal játta, at barnaváttan verður umbiðin. Fyri at verða sett/ur í starv, skal umsøkjarin hava reina barnaváttan. Starvssetanin er treytað av, at peningur verður játtaður á fíggjarlógini til Familjutænastuna.

Umsókn saman við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 30. oktober 2024 og skal sendast til: ob@bvs.fo, viðmerk: “Umsókn”.

 

Barnaverndarstova Føroya er ein felagskommunalur stovnur, sum virkar fyri at styrkja og samskipa barnaverndarøkið í Føroyum. Ábyrgdarøkini hjá Barnaverndarstovuni eru í høvuðsheitum at veita ráðgeving og skipa undirvísing til barnaverndartænasturnar kring landið, at skipa og umsita Fosturforeldraskipanina og at umsita og samskipa arbeiðið í Barnahúsinum. Les meira á bvs.fo.

Fyrisitingarliga liggur Barnaverndarstovan undir Kommunufelagnum.

Barnaverndarstova Føroya heldur til í Kommunuhúsinum í R. C. Effersøesgøtu 26 saman við Kommunufelagnum, Kommunala Arbeiðsgevarafelagnum, SSP-samstarvinum og Listaleypinum.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo