Barnaverndarstovan
Barnaverndarstovan er felagskommunalur stovnur. Fremstu uppgávurnar hjá Barnaverndarstovuni eru at umsita Fosturforeldraskipanina og Barnahúsið, umframt at veita barnaverndartænastunum kring landið holla vegleiðing og ráðgeving.
Ert tú barn ella tannáringur?
Børn og ung undir 18 ár hava krav upp á umsorgan og rætt til tryggan uppvøkstur. Hesum hava foreldrini ábyrgd av. Tá foreldrini ikki kunnu taka hesa ábyrgd, skal barnaverndartænastan hjálpa. Barnaverdartænastan skal gera tað, sum er tað besta fyri barnið. Tað hevur størstan týdning.
Barnaverndin er til fyri at hjálpa børnum og ungum, sum ikki hava tað gott heima. Tey skulu royna at finna útav, hvussu tey best kunnu hjálpa tær og tínari familju.
Um tú hevur tað ringt heima, er tað umráðandi, at tú tosar við onkran og fært hjálp.
Allar kommunur hava eina barnaverndartænastu, sum tú kanst ringja til. Um tú ivast, hvørja tú skalt ringja ella skriva t-post til, kanst tú bara velja eina at ringja ella skriva til. So siga tey tær, hvønn tú skalt venda tær til.
Tá barnaverndartænastan fær upplýsingar um, at eitt barn ikki hevur tað gott í heiminum, skulu tey gera av, um kanningar skulu gerast. Hetta skal gerast innan sjey dagar.
Barnaverndin hevur vanliga tríggjar mánaðir at kanna eitt mál. Hesa tíðina tosa tey við teg, tíni foreldur og onnur vaksin rundan um teg, til dømis onkran lærara.
Hetta ger barnaverndartænastan fyri at hoyra meira um, hvussu tú hevur tað, og hvussu tíni foreldur hava tað og fyri at finna útav, hvussu tey best kunnu hjálpa. Vanliga koma tey eisini at vitja teg heima fyri at síggja, hvussu tú hevur tað heima.
Minst til, at tú kanst tosa við barnaverndina, uttan at tíni foreldur vita tað.
Mong halda, at barnaverndin altíð tekur børnini frá foreldrunum og koyrir tey til fosturforeldur ella á barnaheim. Tí eru tey kanska bangin fyri at ringja ella skriva til barnaverndartænastuna. Tú skalt vita, at bert tá eingin onnur hjálp er nøktandi, verða børn sett heiman.
Tað er umráðandi at vita, at barnaverndartænastan allarhelst vil hjálpa familjum heima.
Hetta kann verða gjørt upp á fleiri mátar. Tey kunnu til dømis geva foreldrum ráð og vegleiðing ella hjálpa við stuðuli til frítíðarvirksemi, umlættingarforeldrum ella líknandi.
Um støðan heima hjá tær er sera álvarslig, kann barnaverndartænastan yvirtaka umsorganina av tær. Vanliga er tað tað allar seinasta, sum verður gjørt. Barnaverndartænastan velur í allarflestu førum aðrar loysnir.
Um so er, at tað henda sera álvarslig ting heima hjá tær, til dømis harðskapur ella kynsligur ágangur, skal barnaverndartænastan flyta teg skjótt úr heiminum.
Barnaverndartænastan kann flyta teg til eitt annað heim ella á ein stovn. Tey eiga altíð at royna at finna onkran, sum kennir teg, sum tú kanst búgva hjá eina tíð.
Hevur tú brúk fyri hjálp beinanvegin, kanst tú ringja til 112.
Fráboðanarskylda
Lógin um barnavernd sigur greitt, at vit hava øll skyldu til at boða myndugleikunum frá, um vit vita um eitt barn, sum livir undir viðurskiftum, ið kunnu skaða tess sálarligu ella likamligu heilsu ella menning. Sambært lógini hava øll fráboðanarskyldu, men skilt verður tó millum vanliga borgaran og fakfólk, sum í starvi sínum hava við børn at gera. Hesin seinni bólkurin hevur herda fráboðanarskyldu, sum merkir, at ein varhugi um illgrunasom viðurskifti er nóg mikið til, at boðast skal frá.
Les um fráboðanarskyldu í lóg um barnavernd.
Vakttelefonir
Øll kunnu venda sær til barnaverndartænasturnar – bæði navngivið og ónavngivið. Uttanfyri vanliga arbeiðstíð kanst tú ringja til vakttelefonirnar, um tað snýr seg um okkurt, sum ikki kann bíða til skrivstovan letur upp. Ivast tú, hvørja barnaverndartænastu, tú skalt venda tær til, kanst tú venda tær til onkra. So siga tey tær, hvør er tann rætta.
Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag frá kl. 10.00 til kl. 15.00
Telefon: 41 00 00, lok. 2
Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 21 91 81
Teldupostur: barnavernd@klaksvik.fo
Leiðari er Tonja Sonhardsdóttir
Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00
Telefon: 23 80 55
Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 23 80 59
Teldupostur: barnavernd@fuglafjordur.fo
Leiðari er Ingi Hansen
Avgreiðslutíð
Mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00.
Telefon: 417090
Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 237090
Teldupostur: barnavernd@runavik.fo
Leiðari er Jenny Petersen
Avgreiðslutíð
mánadag, týsdag, hósdag og fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 16.00
Mikudag frá kl. 10.00 til kl. 16.00
Telefon: 667271
Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 297200
Teldupostur: bvt@sunda.fo
Leiðari er Beinta Johannesen Mørkøre
Avgreiðslutíð
Mánadag - fríggjadag frá kl. 9.00 til kl. 15.00
Telefon: 30 20 60
Vakttelefon eftir arbeiðstíð: 21 60 12
Teldupostur: barnavernd@torshavn.fo
Leiðari er Kristina Háberg.
Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag, frá kl. 10.00 til kl. 15.00.
Telefon: 344430
Bráðfeingis boð uttan fyri hesar tíðir verður umstillað til vakttelefonina.
Teldupostur: bvt@vaga.fo
Leiðari er Jenny Petersen.
Avgreiðslutíð
mánadag - fríggjadag frá kl 8.00 til 12.00
Tel. 361024/288024
Vakttelefonin eftir arbeiðstíð 281024
Teldupostur: bvtsandoy@bvtsandoy.fo
Leiðari er Kristina á Reynatúgvu
Avgreiðslutíð
Mánadag – fríggjadag kl. 9.00 til kl. 14.00
Telefon: 611090
Vakttelefon eftir arbeiðstíð 283033
Teldupostur: barnavernd@tvoroyri.fo
Leiðari er Jónleyg Eyðunsdóttir