Barnaverndarstovan

Viðgerð ið munar

23. oktober 2015

6 sálarfrøðingar hava seinastu tíðina tikið ískoytisútbúgving sum EMDR terapeutar, ið Lene Jacobsen, serkøn í psykotraumatologi og psykoterapi, hevur staðið fyri. Hetta ger sálarfrøðingarnar førar fyri at arbeiða eftir EMDR-viðgerðarháttinum, sum er sera viðkomandi í barnaverndarhøpi.

EMDR er ein stytting fyri ”Eye Movement Desensitization and Reprocessing”, Í stuttum kann sigast, at EMDR,er ein viðgerðarháttur, sum kann minka um ódámligar kenslur, ið, hóast tær stava frá ótespiligum upplivingum fyrr í lívinum, órógva gerandisdagin. Endamálið við EMDR er tískil at gera fólk før fyri at skilja millum tað, sum farið er, og har sum tey eru nú. Við øðrum orðum hjálpir EMDR við at gera fortíð til fortíð og nútíð verður nútíð. 

Ótespiligar upplivingar so sum harðskapur, ágangur og vandastøður annars, kunnu ofta hava sálarløstir við sær. Hóast eitt trauma er hent fyri vikum ella árum síðan, kann tað verða sitandi í einum og gera um seg í størri ella minni mun, sum eitt sonevnt posttraumatisk eyðkenni  (PTSD). Hetta hevur við sær, at tann rakti verður órógvaður av t.d. afturvendandi og ágangandi minnum, marruni, ótta, tunglyndi, lágum sjálvsvirði og øðrum kensluligum og kropsligum trupulleikum, sum pína og gera lívið trupult.

 Álítandi kanningar vísa, at EMDR gevur góð úrslit, og heimsheilsufelagsskapurin WHO hevur eisini viðurkent EMDR sum munagóðan viðgerðarhátt fyri m.a. trauma og PTSD.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo