Barnaverndarstovan

Vit leita eftir fosturfamilju í miðstaðarøkinum

04. mars 2025

Vit leita eftir eini familju við førleikum at gerast fosturfamilja til tannáring við avbjóðingum. Fosturfamiljan skal taka sær av dagligu umsorganini av tannáringinum og stuðla undir sambandið millum tannáringin og foreldrini umframt at samstarva skynsamt við foreldrini og aðrar myndugleikar. Fosturfamiljan fær regluliga og tætta supervisión.
Fyri at hoyra nærri um uppgávuna set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo ella á telefon 225696.
(Myndin er tilvildarlig.)

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo