Barnaverndarstovan

Vitja okkum á Jobmatch 30. desember

20. desember 2024

Fremsta endamál okkara á Jobmatch 2024 er at koma í samband við møgulig starvsfólk til nýstovnaðu Familjutænastuna, sum fer til verka nú 1. januar 2025.

Bílegg JobPrát her.

Ver vælkomin at støkka á gátt í bási nummar 5 í forhøllini í Norðurlandahúsinum 30. desember.

Sum familjuviðgeri á Familjutænastuni verður tú við til at byggja upp eitt nýtt viðgerðartilboð, sum hevur til endamáls at fyribyrgja, at børn verða sett heiman. Tú verður partur av eini stovnsmentan, sum stuðlar undir trivnað og sunna menning fyri børnini, so tey kunnu møta framtíðini við lívsgleði. Tú fær møguleika fyri einum fjølbroyttum arbeiðslívi við møguleika fyri at gera mun fyri tær familjur í viðbreknari støðu, sum hava mest brúk fyri tí. 

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo