Barnaverndarstovan
VIT SÍGGJAST KL. 8.30 Í SMÆRUNI
16. mars 2022
Nú nærkast til skeiðið um mentalisering við Janne Østergaard Hagelquist verður í Smæruni í Havn 23.-24. mars. Áhugin er stórur – skeiðið varð skjótt fullteknað. Sjálvt skeiðið byrjar kl. 9, men morgunmatur er longu frá kl. 8.30.
Fleiri góðar orsakir eru til, at tað hevur stóran týdning at duga at mentalisera. Eitt nú at evnini at mentalisera er ein fortreyt fyri varandi og dyggum sambondum og støðugari sjálvkenslu. Við at mentalisera sært tú sjónarhornið hjá einum øðrum, samstundis sum tú stendur við tann, tú ert. Les meira um mentalisering her: https://www.centerformentalisering.dk/hvad-er-mentalisering/