Barnaverndarstovan
Vit leita eftir fosturforeldrum og umlættingarforeldrum í Norðoyggjum
28. februar 2025

Barnaverndarstovuni manglar fosturforeldur í Norðoyggjum.
Børn, sum hava brúk fyri fosturheimum, eru ymisk eins og onnur børn. Tey hava tað til felags, at tey styttri ella longri tíðarskeið ikki kunnu búgva hjá sínum foreldrum. Tey hava tørv á nógvari umsorgan og at verða sædd, hoyrd og skilt.
Sum umlættingarforeldur ert tú um barn/børn í nakrar dagar í senn. Umlættingarfamiljan skal geva barninum støðugar og tryggar karmar umframt at stuðla menningini hjá barninum. Leikluturin er ofta sum ommur, abbar ella onnur familja.
Vit sóknast eftir fosturfamilju og umlættingarfamilju til barn í skúlaaldri.
Set teg í samband við Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo, telefon 225696.