Barnaverndarstovan
Vælkomin á kafékvøld
28. oktober 2019
Góðu fosturforeldur.
Vælkomin til kafékvøld 13. november kl. 19-21 á Barnaverndarstovuni, R.C. Effersøesgøtu nr. 30.
Óli Rubeksen, SSP ráðgevi fer at hava eitt upplegg um, hvussu vit kunnu hjálpa okkara fosturbørnum at ferðast trygt á netinum.
Aftaná er møguleiki fyri at seta spurningar og kjakast um hetta sera viðkomandi evnið.
Vit bjóða ein drekkamunn við onkrum afturvið og gleða okkum at síggja tykkum.