ÚTSETT! Kafékvøld fyri fosturforeldur um skíggjaráð
01. juni 2023
Mikukvøldið 21. juni klokkan 19 verður høvi hjá fosturforeldrum at hoyra fyrilestur um skíggjaráð, og hvussu skíggjanýtsla ávirkar okkum øll – eisini børn og ung.
Seinastu tíðina hevur nógv kjak verið um skíggjar í miðlunum bæði her heima og uttanlands. Í Føroyum hava vit skíggjaráð, sum foreldur og onnur áhugað kunnu leita til. Hesi skíggjaráð taka støði í gransking. Í fyrilestrinum verður til dømis komið inn á hesi evni: Hvussu ávirkar skíggjanýtsla (mál)menning og uppmerksemi? Hvussu verjir mann børn móti bundinskapi og óhóskandi tilfari, herundir harðskapi og porno? Hvussu við sosialum miðlum og sálarheilsu? Og hvussu við snildfonum í skúla? Á fyrilestrinum fær tú gott innlit í hetta sera samansetta økið.
Gitte Klein, løggildur sálarfrøðingur, heldur fyrilesturin. Gitte hevur verið við til at gera skíggjaráðini hjá Fólkaheilsuráðnum.
Fyrilesturin er ókeypis og verður í R. C. Effersøesgøtu 30, kjallarin, í Havn. Melda til við at senda t-post til bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin 16. juni klokkan 12.