Úr at gera í frítíðini
05. november 2018
Í útvarpssendingini Nón í farnu viku varð komið inn á, hvønn týdning fótbóltur hevur fyri familjulívið og børnini.
Í dag er tað vorðið alsamt meira vanligt, at foreldur eru sera virkin í ítróttar- og frítíðarvirkseminum hjá børnum teirra. Men hvat er hetta fyri eitt rák – hví er tað soleiðis í dag, og hvørjar fyrimunir og vansar eru við hesum?
Í sendingini varð tosað við tvær mammur um hetta. Eisini tosaðu tey við Óla Rubeksen, SSP-ráðgeva, sum heldur, at tað er týdningarmikið at børn hava frítíðarítriv, og at foreldur eru virkin í frítíðarítrivum hjá børnum, men tað kann eisini gerast eitt sosialt trýst á foreldur, at tey skulu vera virkin. Foreldur kunnu tó stuðla børnum sínum uttan at verða til nærum hvørja venjing og hvønn dyst, vísir Óli Rubeksen á.
Sendingin er at hoyra her.