Barnaverndarstovan
Tvístøður hjá fosturforeldrum
22. august 2016
Mikukvøldið 31. august verður aftur skipað fyri kafekvøldi fyri fosturforeldur.
Tiltakið snýr seg hesaferð um vanlig ivamál og avbjóðingar hjá flestøllum fosturforeldrum – t.d. sambandið við foreldrini hjá barninum, at seta mørk, at skapa tilknýti til barnið – og ikki minst um tær tvístøður, ið kunnu spyrjast burtur úr hjá fosturforeldrunum.
Kafékvøldið fer fram í húsunum hjá Kommunufelagnum í R.C.Effersøesgøtu 30 og byrjar kl. 19.00 og endar kl. 21.00.