Barnaverndarstovan
Tvær barnaverndartænastur fingið nýggjan leiðara
21. desember 2023
Jenny Petersen verður sett í starv sum leiðari fyri Barnaverndartænastuni í Vágum frá 1. januar 2024. Jenny hevur drúgvar innan barnavernd, og hevur seinastu tíðina verið leiðari í Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin.
Katrin Dam, sosialráðgevi, er sett í starvið sum leiðari hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin. Katrin hevur starvast hjá Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin í farloyvisstarvi síðani 1. november í ár.
Á myndini er Jenny Petersen vinstrumegin og Katrin Dam høgrumegin.