Barnaverndarstovan

Tað er tørvur á Barnahúsinum

27. mars 2017

Tá Barnahúsið varð sett á stovn fyri nøkrum árum síðani, var samstundis ásannað, at kynsligur ágangur og harðskapur móti børnum og ungum er eitt álvarsmál, sum myndugleikarnir mugu gera nakað við.

Tí var sett inn í barnaverndarlógina, at Barnahúsið skal virka sum karmur um tvørfakligt samstarv, tá børn undir 18 ár hava verið fyri kynsligum ágangi ella øðrum harðskapi, ella tá illgruni er um hetta. Tey, sum taka lut í tvørfakliga samstarvinum, eru kommunalu barnaverndartænasturnar, løgreglan og starvsfólk í heilsuverkinum saman við teimum, ið skipa fyri í Barnahúsinum.

Tá illgruni tekur seg upp um harðskap og kynsligan ágang móti børnum, fer málið víðari til Barnahúsið, ið samskipar víðari gongdina. Av tí at málini, ið Barnahúsið hevur um hendi, kunnu vera sera ymisk, má málsviðgerðin laga seg eftir hesum, og tá tað kemur til gongdina sum heild.

Í mun til talið av málum árini frammanundan sæst, at barnahúsmálini vóru færri í 2016. Tað sama er at siga um endað mál og um  ráðgevingarmál. Minkandi tørvurin á ráðgeving tykist benda á, at barnaverndartænasturnar so hvørt hava fingið eina alt greiðari mynd av, nær talan er um mál, ið Barnahúsið eigur at vera partur av. Eisini er væl hugsandi, at vit síggja fyrstu úrslitini av miðvísa upplýsingararbeiðinum hjá Sig frá og SSP, soleiðis at tað møguliga eru færri børn og ung nú, sum eru fyri ágangi enn áður.

Tá talan er um so smá tøl, sum í hesum føri, ber tó ikki til at koma við endaligum niðurstøðum, ið harafturat bert byggja á tað eina árið. Nú fæst at síggja komandi árini, um gongdin verður rætta vegin, áðrenn vit kunnu staðfesta nakað.

Tølini hjá Barnahúsinum vísa, at harðskapur og kynsligum ágangur móti børnum og ungum tíverri javnan kemur fyri. Tí kann ongin ivi vera um, at trupulleikin alsamt má takast í størsta álvara.

Ársfrágreiðingin fyri 2016 er at finna her.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo