Barnaverndarstovan

Tá tað farna heldur fram: um sálarløstir

10. januar 2018

Hvussu kunnu vit tosa um og arbeiða við børnum, ungum og familjum, sum hava avbjóðingar við sálarløstum og øðrum ógvusligum avbjóðingum í sínum gerandisdegi?

Narrativa ástøðið og verkligi parturin eru nýggir hættir at lata hurðar upp í hjálpandi samrøðum um sálarløstir, og hvussu hesir løstir ávirka lívið hjá børnum og hjá vaksnum. Á einum djúptøknum skeiði, sum varir í tveir dagar, verður grundleggjandi fatanin hjá narrativa ástøðinum lýst og sett í samband við ymisk amboð, sum kunnu brúkast í arbeiðinum við børnum og ungum. Narrativi arbeiðshátturin er eitt slag av andevni móti sálarløstum, og víst verður á gongdar leiðir, har sjálvskensla og samleiki verða ment við at byggja á tað, sum sálarløsturin ikki hevur skatt. Vónin er altíð har: vit kunnu royna at gera pínuna minni, og vit kunnu styrkja vónina og tað, sum ein ynskir sær, heldur enn bara at pilka í sárinum og við hesum endurnýggja sálarløstin.

Skeiðið Narrativt ástøði og verkligur partur tekur tveir dagar, og má hvør einstakur hava ein virknan leiklut báðar dagarnar. Tað ber sostatt ikki til, bert at taka lut annan dagin.

- Grundleggjandi ástøðið og hvussu tað verður brúkt í arbeiðinum við fólk, teirra menning og samleika.

- Nýggjasta granskingin um sálarløstir og fyribyrging – hvat er ein sálarløstur og hvat ger hann við okkum?

- At síggja ein trupulleika sum trupulleikan – at duga at síggja út um trupulleikafyltu lýsingina og fatanina einum persóni. Har er trupulleikin – men ber til at hugsa um einstaka menniskjað og vónina uttan at taka trupulleikan við? Arbeitt verður við, hvussu vit kunnu tosa við hvønn annan, herímillum eksternalisering, so vit kunnu tosa um trupulleikar og viðgera teir.

- Lívstrøini. Arbeitt verður við sonevndum lívstrøum, og í einstøku kapitlunum verður ástøðið og fatan sett afturat, so kenslan av samleika og sjálvsvirði kann styrkjast – sjálvsfatan.

- Í narrativu fatanini, sum serliga Michael White hevur greitt frá, er vónin altíð til staðar. Við agency og við at duga at tosa saman, eins og við at styrkja um vónina og tað, ein ynskir sær í lívinum, kunnu vit styrkja um megina, sum er før fyri at lyfta einstaka menniskjað frameftir í lívinum.

- Tað eru altíð førleikar, ið byggjast kann á, og handan trupulleikarnar liggur ein duld vitan um tað, ið er best fyri ein sjálvan.

- Uppnýggjan og skapandi megi í arbeiðinum við teimum ungu: hvussu kunnu vit fáa eina javnbjóðis samrøður burtur úr?

- Hvussu læra vit at arbeiða á ein nýggjan hátt - innan ítrótt, í toymum, við at nýta myndberingar og við at nýta sjálva løtuna.


Hvør kann taka lut á skeiðinum?

Skeið er ætlað teimum, sum arbeiða við børnum, ungum og familjum innan barnaverndarøkið.

Tú eigur at vera til reiðar at arbeiða við tær sjálvum – saman við hinum skeiðluttakarunum. Tí verður ikki bara lurtað, men vit seta okkum eisini í spæl. Tað, sum undirvíst verður í, verður roynt á staðnum, bæði í skemti og álvara.

Barnaverndarstovan skipar fyri skeiðinum, ið verður hildið 22. og 23. februar 2018, kl. 9.00-15.30,  í hølunum hjá Kommunufelagnum, R. C. Effersøesgøta 30 í Tórshavn. Kostnaðurin er 500 krónur. Áhugaði verða biðin um at boða frá luttøku hjá armgard@kf.fo sum skjótast og í seinasta lagi fríggjadagin 9. februar 2018.

Hanne Robenhagen, sum er leiðari á Suðuroyar Barnaverndartænastu, stendur fyri skeiðinum. Hon hevur, sum ein av teimum fyrstu, lokið útbúgving innan narrativt ástøði og verkligan part, í Australia í 2015. Hon hevur undirvíst kring allan heimin í evninum, og hevur gjørt meira enn 500 lívstrø saman við børnum og ungum.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo