Barnaverndarstovan

Stór ráðstevna 5. oktober

31. august 2015

Nordisk Forening mot barnmishandling og omsorgssvikt – NFBO - skipar fyri ráðstevnu í Norðurlandahúsinum 5. oktober 2015, har barnarættindi og sálarløstir hjá børnum eru á dagsskrá. Komið verður inn á teir møguleikar og tær avbjóðingar, sum eru í hesum sambandi.

Annika Olsen, landsstýriskvinna, setur ráðstevnuna. Tey, sum leggja fram henda dagin, eru: 
•    Dag O. Nordanger, Dr. psycol., serfrøðingur í kliniskari barna- og ungdómssálarfrøði
•    Tóra Petersen, PhD, cand.psych.aut.
•    Marianne Nørregaard, dómarafúlltrú og granskari innan manna- og barnarættindi
•    Sólja í Ólavstovu, Barnanna umboðsmaður
•    Birita  Ludvíksdóttir, løgfrøðingur og forkvinna í høvuðsbarnaverndini 
•    Oddbjørg Balle, leiðari á Barnaverndarstovuni og Barnahúsinum
•    Jógvan D. Hansen, heimsspekingur

Luttøkugjaldið er 500 krónur. Limir í NFBO gjalda tó 450 krónur. Við í luttøkugjaldinum er miðmáli, kaffi og okkurt afturvið.

Tilmelding fer fram umvegis heimasíðuna hjá Barnabata, www.barnabati.fo.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo