Starvslýsing: Vilt tú standa fyri, at fosturforeldur fáa dygdargóða og samanhangandi tænastu?
08. apríl 2022
Barnaverndarstova Føroya søkir eftir starvsfólki at umsita fosturforeldraskipanina og at hava um hendi umsitingarligu uppgávurnar hjá stovninum. Barnaverndarstovan hevur sum høvuðsuppgávu at ráðgeva teimum átta barnaverndartænastunum í Føroyum. Tú verður partur av einum toymi við sálarfrøðingi og løgfrøðingi.
Høvuðsuppgávurnar eru at:
- viðgera umsóknir um at gerast fosturforeldur
- finna hóskandi fosturheim til einstøku børnini
- hava eftirlitsvitjanir hjá fosturfamiljum um alt landið
- ráðgeva fosturfamiljum í truplum málum
- skipa fyri og taka lut í skeiðum og tiltøkum fyri fosturforeldur
- samskipa mál í Barnahúsinum, sum viðger mál um ágang móti børnum
- halda viðlíka fosturforeldrayvirlitið
- journalisera og málsviðgera
Uppgávurnar eru fyri tað mesta í vanligari arbeiðstíð, men í sambandi við skeið og tiltøk fyri fosturforeldur koma skeivar arbeiðstíðir fyri. Vit vænta tí, at tú ert fleksibul hesum viðvíkjandi. Talan er um ein lítlan stovn, tí er umráðandi at tú tolir, at broytingar verða í arbeiðsuppgávunum.
Førleikakrøv
Tú ert útbúgvin eitt nú sosialráðgevi, familjuterapeutur ella hevur aðra viðkomandi útbúgving fyri starvið. Talan er um krevjandi og sjálvstøðugt starv, har tað er umráðandi, at tað fellur tær lætt at málsviðgera, at skapa góð sambond, og at tú dugir væl við fólki. Ein fyrimunur er, at tú hevur royndir innan fyrisiting, serliga barnavernd.
Vit bjóða eitt fjølbroytt, spennandi og fakliga avbjóðandi starv, har uppgávurnar eru nógvar, og har møguleiki eru fyri fakligari og persónligari menning. Tú hevur stóra ávirkan á, hvussu tú leggur til rættis tínar arbeiðsuppgávur og arbeiðstíð, so vit syrgja so væl fyri fosturfamiljunum sum til ber. Neyðugt er at hava bil og koyrikort.
Setanarviðurskifti
Starvið er fulla tíð og verður sett eftir sáttmála millum Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og Starvsfelagið.
Upplýsingar
Hevur tú spurningar um starvið, kanst tú ringja til Oddbjørg Balle, leiðara í Barnaverndarstovuni, á tlf. 225696 ella til Eyðun Christiansen, stjóra í Kommunufelagnum, á tlf. 282480.
Umsókn
Tú søkir við at senda umsókn til Oddbjørg Balle, leiðara, á ob@bvs.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 25. apríl 2022 klokkan 12.00.