Barnaverndarstovan

Spurningar til fosturforeldur

01. februar 2017

Ranveig Johansen er í holt við kandidatútbúgving í Danmark innan Socialt Arbejde. Sum part av útbúgvingini ætlar hon sær nú at kanna, hvussu tað er at vera fosturforeldur í Føroyum. Ranveig hevur eisini arbeitt í barnaverndartænastuni í Aalborg. Í sínum arbeiði hevur hon havt tætt samstarv við fosturforeldur, og her hevur hon fingið áhuga fyri at kanna nærri, í hvønn mun umstøðurnar eru annarleiðis í Føroyum enn í t.d. Danmark.

Hon hevur tí valt at skriva sergrein um fosturforeldur í Føroyum, fyri fáa meira vitan um sosiala arbeiðið, ið tey gera í sambandi við tey børn og ungu, ið eru sett heiman. Hon vil í hesum  sambandi hoyra, um  onkur fosturforeldur vilja hava eina samrøðu við seg.

Ranveig ætlar sær at lýsa sosiala arbeiðið við børnum og ungum, ið eru sett til fosturs, út frá sjónarmiðinum hjá fosturforeldrunum. Hon fer ikki at spyrja um ávísar trupulleikar hjá børnunum, og kemur heldur ikki inn á foreldrini at børnunum, tí hesi viðurskifti hava ikki avgerandi týdning í sambandi við uppgávuna.

Spurningarnir, ið Ranveig fegin vil hava eina samrøðu um, eru eitt nú:

• Halda tit, at tit fáa nøktandi stuðul frá tí almenna í samband við at verða fosturforeldur – fakliga og persónliga?
• Halda tit, at tit fáa nøktandi ráðgeving í sambandi við at stuðla barninum í teirra menning?
• Hvat kundi verið øðrvísi?

Men mest av øllum heldur Ranveig tað vera áhugavert at kanna nærri, hvussu fosturforeldrini uppliva sín leiklut sum fosturforeldur í Føroyum, og hvussu samstarvið við tað almenna er – bæði gott og og minni gott.

Øll tey, ið taka lut í kanningini, eru dulnevnd. Hvørki navn, bústaður, aldur ella kyn verður nevnt.

Tey, sum hava hug at svara spurningunum hjá Ranveig og samstundis stuðla hennara sergrein, kunnu senda henni ein teldupost til n.ranveig@gmail.com, ella ringja til tlf. +45 25489416.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo