Barnaverndarstovan

Skeiðsrøð innan mentalisering

08. juli 2015

Í seinnu árshálvu í 2015 – frá august til november mánaða – fer Barnaverndarstova Føroya saman við Eind 10 í Almannaverkinum at skipa fyri skeiðum, ið venda sær til fólk, ið arbeiða við børnum, ungum og vaksnum, ið hava verið fyri vansorgan. Á skeiðunum fáa luttakararnir vitan um ástøði og grundreglur í mentaliseringsgrundaðari viðgerð við denti á børn, ung og vaksin, sum hava verið fyri vansorgan. Kunnleiki fæst um serstøk evni í sambandi við mentaliseringsgrundaða viðgerð og námsfrøði, her í millum mentaliseringsmappuna, greining av mentaliseringsførleikum, ikki-mentaliserandi støðum hjá ungum og vaksnum við persónleikaólagi, sálarløstum og reingingum.

Endamálið við skeiðunum er at gera luttakararnir førar fyri at nýta grundreglur og háttaløg frá mentaliseringsgrundaðari viðgerð í dagligu arbeiðsgongdini. Eisini verður  ástøði innan mentalisering samantvinnað við starvsøkið hjá luttakarunum.

Ein nærri lýsing av skeiðunum er at síggja her. Sigast skal frá luttøku til Barnaverndarstovuna, bvs@bvs.fo, í seinasta lagi fríggjadagin 17. juli. Tey sum starvast innan barnaverndartænasturnar kring landið, eins og tey, ið starvast á barnaverndarstovnum undir Almannaverkinum, hava framíhjárætt. Leggið til merkis, at fyrsti partur av skeiðsrøðini verður í Losjuni, Tinghúsvegur 18

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo