Barnaverndarstovan

Skeið: Samvera meðan barnið er sett heiman

28. mai 2019

Barnaverndarstovan skipar 24. juni 2019 fyri einum skeiði, um samveru meðan barnið er sett heiman.

Tað er Bente Adolphsen, løgfrøðiligur ráðgevi, sum undirvísir á skeiðinum. Bente Adolphsen hevur í meira enn 30 ár arbeitt við løgfrøði innan tað sosiala økið við útsettum børnum og familjum. Bente Adolphsen er kend sum undirvísari og skeiðshaldari, har hon m.a. hevur undirvíst kommunum, løgregluni, sálarfrøðingum, tí politisku skipanini o.ø.

Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til sosialráðgevar á barnaverndartænastunum, og onnur, sum arbeiða við umsorganaryvirtøku og samveru.

Skeiðslýsing:

Ein av teimum stóru avbjóðingunum, tá eitt barn er sett heiman, er at fáa samveruna millum foreldur og barn at vera til barnsins besta, soleiðis, at hon stuðlar barninum í einari jaligari menning.

Tað kunnu vera nógvar orsøkir til, at samveran verður trupul og møguliga beinleiðis tyngjandi, men barnaverndarlógin tekur støði í, at barnið, sum er sett heiman, hevur tørv á at hava samband og samveru við síni foreldur og onnur, sum standa barninum nær - hóast tað kann vera trupult.

Spurningurin er, hvussu tú sum ábyrgdari tryggjar eina góða samveru?

Skeiðið verður hildið í R.C. Effersøesgøtu 30, Tórshavn, kl. 9-15, og kostnaðurin er 500 krónur, íroknað mat.

Tilmelding fer fram hjá armgard@kf.fo ella við at ringja til tlf. 302480 í seinasta lagi

mánadagin 10. juni 2019.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo