Skeið innan sálarløstir, harðskap og kynsligan ágang
01. september 2017
Barnaverndarstovan skipar í døgunum 4. og 5. oktober fyri skeiði, sum viðger sálarløstir í familjuni, mentalisering í fatan og viðgerð av sálarløstum, harðskapi og kynsligum ágangi.
Tað er Janne Østergaard Hagelquist, ið vit kenna frá fleiri áhugaverdum skeiðum áður, sum stendur fyri. Skeiðið verður hildið í Smæruni, báðar dagar kl. 9-15, og kostnaðurin er 600 krónur, íroknað mat.
Skeiðið vendir sær fyrst og fremst til sosialráðgevar á barnaverndartænastunum, fólk sum fáast við familjuviðgerð, sálarfrøðingar, eins og onnur, sum arbeiða á sosiala økinum. Eisini fosturforeldur eru vælkomin.
Innihaldið a skeiðinum er hetta:
- Stutt innleiðsla og uppafturtøka av mentaliseringshugtakinum
- Hvørja ávirkan hevur harðskapur og kynsligur ágangur á børn
- Sálarløstir og skaðar á menningina
- Fatanin av, hvønn týdning skomm og skuldarkensla hevur í familjum, har harðskapur og kynsligur ágangur valdar
- Dynamikkur í familjuni og parlagnum, har harðskapur og/ella kynsligur ágangur fer fram
- Strukturell familjuviðgerð í mentaliseringshøpi
- Sálarløstir tvørtur um ættarlið og trupulleikar í viðgerðini
- Viðgerðin av børnum, sum hava verið fyri harðskapi og kynsligum ágangi, eftir STORM-arbeiðsháttinum
- Hvussu ansar ein eftir sær sjálvum, tá arbeitt verður við ágangi og harðskapi – parallellar prosessir, projektiónir og refleksivar mentanir
- Hvussu byggja vit upp styrki hjá børnum við sálarløsti
Møguleiki verður fyri supervisión av og á á skeiðinum.
Tilmelding fer fram hjá armgard@kf.fo, ella við at ringja til tlf. 302480 í seinasta lagi fríggjadagin 22. september.