Barnaverndarstovan

Skeið í samstarvi um trygd í arbeiðinum við børn og familjur

06. september 2021

Í vikuni hava barnaverndartænasturnar verið á skeiði í arbeiðsháttinum, “Samarbejde om sikkerhed”. Eini 50 starvsfólk úr øllum landinum luttóku í skeiðinum, sum Barnaverndarstovan skipaði fyri.
Ein týðandi áskoðan her er, at familjur og teirra netverk eru væl skikkað at taka avgerðir um, hvat er best fyri barnið, um mann leggur seg eftir at fokusera á teirra serstøku styrkir og taka tey uppí eina problemloysandi tilgongd. Týdningurin av góða samstarvinum hevur her stóran týdning.
Skeiðið varð hildið av Charlotte Thykier, familjuterapeuti o.a., og Michael Petersen, sosiologi og Mastara í útsettum børnum og ungum, bæði frá Sikkerhedskonsulenterne í Danmark. Tey tóku í ávísan mun støði í bókini, “Signs of safety”.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo