Barnaverndarstovan

Sálarløstir í móðurlívi

08. mars 2017

Mánadagin 3. apríl skipar Barnaverndarstovan fyri tiltaki, har kendi danski barnaserføðingurin Anna Rosenbeck fer at halda fyrilestur um tey børn, ið longu í móðurlívi hava verið fyri skaðiligari ávirkan, og sum ger, at tey eftir føðing ikki trívast sum vanligt. Oftani skapa slíkar støður nógva undran millum starvsfólk í barnaverndartænastunum og fosturforeldrum, hóast børnini kanska eru sett heiman longu frá fyrsti degi av.

Tiltakið verður hildið í hølunum hjá Kommunufelagnum í R.C. Effersøesgøtu 30 kl. 16-18 og er ókeypis. Tað er fyrst og fremst ætlað starvsfólki í barnaverndartænastunum kring landið, eins og fosturforeldrum. Fyri at geva Barnaverndarstovuni eina mynd av, hvussu nógv koma, eiga áhugaði at siga frá luttøku á bvs@bvs.fo í seinasta lagi fríggjadagin frammanundan.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo