Barnaverndarstovan

Ráðstevna: Barnarættindasáttmáli ST um barnarættindi í politikki í praksis - hvat kunnu við læra frá øðrum Norðurlondum?

14. mars 2024

Norðurlendska nevndin fyri barnarættindafelagsskapir bjóðar tær vælkomnum til norðurlendsku ráðstevnuna um barnavælferð í Oslo 2.-4. september 2024. Høvi verður at engasjera seg og læra frá bæði praktikarum og granskarum úr Norðurlondum.

Høvuðsevnið fyri ráðstevnuna er barnarættindasáttmáli ST í politikki og praksis, og hvat vit kunnu læra frá hinum Norðurlondunum.

Barnaverndarstova Føroya saman við hinum norðurlendsku samstarvspørtunum  leggur í løtuni orku í at seta saman eina viðkomandi skrá við fjølbroyttum upplegghaldarum og evnum. Skráin er sett saman til at stuðla undir praktisku verksetingina av barnarættindum við at deila royndir og at menna nýggja vitan. Les meira um ráðstevnuna og melda til á eventsíðuni.

Samband

Barnaverndarstova Føroya

R. C. Effersøesgøta 26
100 Tórshavn

Teldupostur: bvs@bvs.fo